Tíðindi
04.11.2016
Barnaverndarmál kunnu vera sera ymisk, og munur er á, hvussu arbeiðskrevjandi einstøku barnaverndarmálini eru. Málini snúgva seg oftast um vanliga ráðgeving, men talan kann eisini um børn, sum verða sett heiman móti viljanum hjá foreldrunum. Talan er tá um eina eina sonevnda umsorganaryvirtøku uttan samtykki. Hetta stendur at lesa í nýggjastu ársfrágreiðingini, sum Barnaverndarstovan hevur gjørt.
Í ársfrágreiðingini er gjørt upp, hvussu nógv barnaverndarmál eru í % av barnatalinum; fyri landið er tað 5,6. Hetta talið er á sama støði sum undanfarna ár. Størsta økið, Tórshavn, hevur við sínum 4,6% lægsta miðaltalið í øllum landinum. Eisini Skálafjørðurin og VEKS-samstarvið hava færri barnaverndarmál í mun til barnatalið, enn landið sum heild.
Eysturkommuna og Fuglafjørður høvdu eins og Norðuroyggjar færri mál í 2015 enn undanfarna ár.
Av økjunum annars høvdu Vágar, Sandoy og Suðuroy fleiri mál í mun til barnatalið enn miðalalið. Til dømis høvdu Vágar tvífalt so nógv mál sum Tórshavn í mun til barnatalið.
Yvirhøvur fyri landið er kynsbýtið nøkulunda javnt; talið á gentum yngri enn 18 ár, sum eru partur av barnaverndarmáli, er 378; talið á dreingjum er 398. Á gentum eldri enn 18 ár er talið 66, meðan tað er 44 fyri dreingir. Tilsamans 883 fyri landið alt.
Tilsamans vóru skrásett 241 nýggj mál í árinum – 122 gentur og 119 dreingir. Samlaða talið av nýggjum málum í mun til barnatalið í øllum landinum var 1,5%. Økini, sum hevur havt størstu tilgongdina av nýggjum málum, eru Sandoy, VEKS-samstarvið og Suðuroy. Í hinum endanum finna vit Skálafjørðin.
Løgreglan var tann størsti einstaki fráboðarin í 2015. Áhugavert er eisini, at tilsamans 15,7% av teimum, sum fráboða eitt barnaverndarmál eru tey, sum hava foreldramyndugleikan av barninum. Leggja vit afturat foreldur uttan foreldramyndugleika (2,0%) og familju og onnur sum kenna familjuna (8,4%) umframt barnið sjálvt (0,8%), sæst, at ein munandi partur av øllum fráboðanum koma úr privata umhvørvinum hjá barninum.
Hin parturin av fráboðanum kemur frá yrkisliga umhvørvinum, sum barnið beinleiðis ella óbeinleiðis kemur í samband við. Tann yrkisbólkurin, sum fráboðar oftast, eru skúlarnir, ið standa fyri 13,3% av øllum fráboðanum.