Tíðindi
06.01.2017
Áðrenn nýskipanin av fólkaskúlanum fór av bakkastokki í Danmark í 2014, hildu 46 prosent av næmingunum, at skúladagurin var ov langur, meðan helmingurin helt, at hann var hóskandi. Á vári 2015 – fyrsta árið við nýskipanini – hildu 76 prosent av næmingunum, at skúladagurin var ov langur. Og síðan hava politikararnir við kravdari lektiuhjálp og fakligari dýpan givið næmingunum enn longri skúladag. Ein nýggj kanning, tann triðja eftir nýskipanina, vísir, at 82 prosent av næmingunum halda nú, at skúladagurin er ov langur.
Formaðurin í danska lærarafelagnum, Anders Bondo Christensen, heldur, at tað ber til at stytta skúladagin og samstundis varðveita tey áhugaverdu tiltøkini, sum eru sett í verk í fólkaskúlanum við nýskipanini.
Tað ber væl til at stytta skúladagin og halda fast við tað, sum tú heldur verða øðrvísi og spennandi undirvísing. Tað er nakað, sum hevur verið málið hjá okkum lærarum leingi, langt áðrenn tosað varð um nýskipan. Hetta slagið av undirvísing krevur eyka nógv av lærarunum, sigur hann.
Í útgangsstøði siga næmingarnir altíð, at skúladagurin er ov langur, men eg skilji trupulleikan. Tað sigur Claus Hjortdal, formaður í skúlaleiðarafelagnum.
Skúladagurin er so langur, sum politikararnir hava gjørt av, at hann skal vera. Vit hava bara ikki fíggjarligu fortreytirnar at gera hann so spennandi, sum lagt verður upp til. Lærarar og námsfrøðingar hava ikki nóg nógva tíð til fyrireiking og samstarv, og tí verður skúladagurin ikki so góður og fjølbroyttur, sum vit høvdu vónað, sigur Claus Hjortdal.
Longdin einki at siga
Felagið fyri danskar skúlanæmingar heldur, at tað verður varpað ov nógv ljós á longdina á degnum heldur enn innihaldið.
Vit vilja hava ein fjølbroyttan skúladag, sum motiverar næmingarnar. Eg haldi, at vit heldur skulu varpa ljós á tað heldur enn longdina á degnum, sigur Jens Vase, formaður í Danske Skoleelever.
Kelda: Folkeskolen, nr 18, 2016