Tíðindi
25.07.2021
Av teimum 765 børnunum, sum eru innskrivað at byrja í 1. flokki eftir summarfrítíðina, fara tey 725 at ganga í einum kommunalum fólkaskúla.
40 eru tilmeldað einum av teimum trimum frískúlunum í landinum.
17 børn eru meldað til frískúlan Kelduna í Skálafirði og Lítlaskúla í Havn, meðan undirtøkan er nakað minni í triðja frískúlanum, sum eitur Frískúlin í Tórshavn, men sum heldur til á Velbastað. Har byrja seks næmingar í 1. flokki í næsta mánaði.
Tann skúlin, sum tekur flest næmingar inn í 1. Flokk, er nýggi og stásiligi kommunuskúlin í Havn, Skúlin á Fløtum. Har eru 92 børn innskrivað at byrja í 1. flokki.
Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík tekur 74 børn í fyrsta flokk í ár, meðan Skúlin á Argjahamri, Santa Frans skúli í Havn og Runavíkar Skúli taka ávikavist 50, 48 og 47 næmingar inn.
Spildurnýggjur og flottur skúli – bert 2 næmingar í 1. flokki
Eitt tal, sum loypur í eyguni, er, at stóri stásiligi skúlin hjá Sunda kommunu, Skúlin við Streymin bert hevur tvær innskrivingar til 1. flokk í ár.
Í Sunda kommunu er tað so, at innskúlingin er býtt upp í tríggjar skúlar. Sostatt eru 3 børn skrivað inn í Hósvíkar skúla og 9 í Hvalvíkar skúla.
Í Sunda kommunu er tað soleiðis, at allir næmingarnir verða savnaðir á Skúlanum við Streymin frá 4. flokki. Tá næmingarnir koma upp í framhaldsdeildina (8. flokk, -red.) koma næmingarnir í Eiðis kommunu eisini á Skúlan við Streymin.
Kelda: portal.fo
Sí øll tølini her:
https://bladid.fo/by-date/2021-07-24#edition-article-45060