Tíðindi
13.08.2020
7.231 næmingar eru í fólkaskúlanum í ár.
Týsdagin 18. august fara 7.231 børn í skúla. Tað eru 6.994 sum fara í fólkaskúla og 237 fara í forskúla.
Tað eru 44 skúlar sum taka ímóti børnunum. Størstu skúlarnir eru Skúlin á Fløtum við 752 næmingum og skúlin á Skúlatrøð við 719 næmingum. Sjey skúlar hava færri enn 10 næmingar.
Tað fara 718 børn í fyrsta flokk í ár. Tað er í høvuðsheitum børn fødd í 2013, sum nú fara í skúla. Tað vóru 626 børn fødd tað árið, men nú sjey ár seinni eru tey 70 fleiri. Orsøkin er at nógv eru flutt til Føroyar seinastu árini. Fyrsti flokkur byrjar í 40 skúlum í ár.
Av teimum 6.994 næmingunum í fókaskúlanum ganga 6.800 í fólkaskúlanum og 194 í frískúlum. Býtið er áleið at 97% ganga í fólkaskúlanum og 3% í frískúlum.
Seinnu árini eru serflokkar stovnaðir. Í hesum skúlaárinum verða tað 143 næmingar, sum ganga í serflokkum. Frá 2005 til 2016 vóru tað umleið 30 næmingar í serflokkum, men hetta er nú vaksið til 143 næmingar.
Savnsmynd