Tíðindi
29.12.2016
Skulu komandi ættarlið fyrireikast til tað samfelag, tey eru ein partur av, eigur ein teldil ella líknandi talgilt amboð at gerast partur av skúlaamboðum, sum næmingurin skal hava. Tað halda Erla Olsen og Vár í Ólavsstovu, ið báðar eru adjunktar á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Í farnu viku løgdu tær kanning fram av teldlanýtsluni í trimum skúlum; í alt hava 1059 næmingar og lærarar tikið lut. Kanningin vísir, at teldlarnir verða ikki nógv brúktir í undirvísingini, hóast bæði næmingar og lærarar eru fegnir um teldilin. Í frágreiðingini siga tær, at áðrenn allir næmingar fáa teldlar, eigur ávís fyrireiking at fara í gongd beinanvegin. Tær hava tí snikkað saman hesi tilmæli:
At skipað verður fyri KT-didaktiskum læraraskeiðum, har dentur verður lagdur á undirvísingarmøguleikar heldur enn tekniskar snildir. Hetta skal fara fram alt fyri eitt og skal fevna um teir skúlar, sum longu eru farnir í gongd.
Allir lærarar fáa teldlar og teldu, sum samstarvar við teldilin, og hava skeið at nýta amboðini, herundir at framleiða undirvísingartilfar við teimum. Eisini mugu teir læra at samskipa teldlar og teldu og samvirknu talvuna. Hetta skal gerast, áðrenn næmingarnir fáa teldlarnar, t.e. beinanvegin. Eitt hugskot hevði verið at sett sær fyri, at allir næmingar í kommununi fingu teldlar í 2017 eftir einari fastari ætlan.
Gjørdar verða greiðar KT-didaktiskar leiðreglur fyri allar skúlar í kommununi. Tað skal fevna um alla talgilda tøkni.
Vissa verður fyri góðum og framkomnum netsambandi, og hvør einstakur lærari fær lætta atgongd til netið.
Uppbygdur verður møguleiki fyri, at lærarar sentralt stýra talgildu miðlunum, herundir atgongd til netið.
Tá ið næmingarnir fáa teldlar, skulu teir setast upp sum læringaramboð, sum lærarin og KT-fyrisitingin suverent stýra, og sum skulu vera í samsvari við leiðreglur fyri KT-nýtsluna á skúlanum.
Ein av skúlunum í kanningin hevur ikki teldlar til sínar næmingar; næmingarnir í kanningini vóru býttir soleiðis: 195 næmingar í innskúlingini, 357 í miðdeild, 442 í hádeild og 65 lærarar. Sum grund undir kanningini og sniðgevingini av spurnablaðnum brúktu Erla Olsen og Vár í Ólavsstovu OECD-frágreiðingina, Students Computers and Learning.
Mynd: Rannvá Egholm