Tíðindi

7 tilmæli um 10. flokk

Í álitinum, sum fólkaskúlaráðið hevur handað landsstýriskvinnuni við skúlamálum, eru 7 tilmæli og niðurstøður um 10. flokk

03.02.2017

Fyrsta tilmæli er, at 10. flokkur eigur at verða varðveiddur, tí tað eru nógvir næmingar, sum ikki eru førir fyri at fara víðari í útbúgvingarskipanini ella út á arbeiðsmarknaðin. Teimum tørvar at búnast fakliga, sosialt og menniskjaliga. Tó, kortini at tilmælið er, at 10. flokkur eigur at verða varðveiddur, so heldur fólkaskúlaráðið, at tað eigur at verða meiri samskipað við tað, sum næmingurin velur eftir 10. flokk.

Annað tilmælið er at samskipa 10. flokk í 4 eindir, sum verður grundað á næmingatal, landsfrøði, karmar og annað. Hetta krevur lógarbroyting. Í sambandi við tímajáttanina, sum er sera tepur, verður mælt til at hon verður varðveidd á fólkaskúlaøkinum, soleiðis at 10. floks tilboðið verður styrkt.

Triðja tilmæli nemur við innihaldið; mælt verður til, at føroyskt, enskt og støddfrøði verða kravdar lærugreinir, sum enda við próvtøku, og at samtíð verður kravt undirvísingarevni. At 10. flokkur er endin á fólkaskúlanum eigur at síggjast aftur í skipanini, umframt eigur lestrarvegleiðingin at verða styrkt.

Fjórða tilmæli er, at undirvísingarætlan verður gjørd fyri hvønn einstakan næming, og hon skal miða høgt og fevna vítt. Skúlatilboðið eigur at bróta frá tí, sum fólkaskúlin annars bjóðar, við breytatilboðum. Tó eigur alt innihald at verða grundað á krøv og væntanir umframt víðari tilgongd fyri eyga.

Fimta tilmæli nemur við vantandi gransking; fólkaskúlaráðið saknar granskingarúrslit, sum kunnu vera við til at grunda tær avgerðir, ið verða tiknar á skúlaøkinum. Fólkaskúlaráðið mælir til, at farið verður undir miðvísa og skipaða gransking við fígging av løgtingsfíggjarlógini. Námsvísindadeildin kann standa fyri granskingini.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni