Tíðindi

7 PISA-tilmæli frá serfrøðingabólki

Serfrøðingabólkur hevur orðað nøkur tilmæli út frá nýggjasta PISA-úrslitinum. Ein av niðurstøðunum hjá bólkinum er, at tað er ikki fult samsvar millum okkara námsætlanir og førleikar, sum PISA kannar.

07.12.2016

Eitt av tilmælunum frá bólkinum er tískil at endurskoða námsætlanirnar. Umframt skjýtur bólkurin upp at lærugreinin heimstaðarlæra eigur at verða endurskoðað, at eftirútbúgva og førleikamenna lærarar í náttúruvísindaligum lærugreinum, at endurskoða fakligu krøvini, sum sett vera lærararum, ið undirvísa í náttúruvísindafakunum, at styrkja lærugreinaráðgevingina, at halda fram við átøkunum, sum eru sett í verk, og at seta fólk at granska dátutilfarið frá PISA, so meiri fæst burtur úr øllum dátutilfarinum, sum fyriliggur.

Tá ið PISA-frágreiðingin varð løgd fram ígjár, segði landsstýriskvinnan, at vit eiga at hyggja nærri at tilmælunum, og hon tók nøkur av tilmælunum fram.
- Vit hava nakrar stórar kanningar, PISA og landsroyndir, báðar við stórum dátutilfari, men tørvur er eisini á smærri eftirmetingaramboðum at brúka inni í flokkunum, soleiðis at lærarin kann kanna einstaka flokkin og einstaka næmingin; sostatt skulu vit gera okkara egna kanningartilfar, sum er lagað til okkara egnu viðurskifti. Hetta eiga vit at raðfesta, tí her er tað, at veruliga læringin fer fram.

Námsfrøðilig gransking eigur eisini at verða raðfest, legði landsstýriskvinnan afturat. Sum er verða nógvar útlendskar kanningar brúktar, tí vit hava ikki so nógva føroyska gransking at leita í.
- Vit eiga í størri mun fáa føroyskt viðurskifti nærri lýst, kannað og granskað, soleiðis at vit kunnu brúka vitanina, sum spyrst burtur úr at gera okkara skúla betri. Tá ið vit órógva fólkaskúlan við kanningum, skulu vit gera okkum tann ómakin, at vit brúka tilfarið skilagott. Menning av fólkaskúlanum er eitt av fremstu politisku endamálunum hjá hesari samgonguni; tað skal vera tíð til refleksjón, umframt royndar- og menningarvirksemi. Játtanin til hetta virksemið hava vit hækkað komandi ár. Vit fara eisini at seta á stovn eftirútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu komandi summar; tað vil siga, at tað verður ein námsfrøðiligur leiðari úti á staðnum, sum kann vera tann námsfrøðiliga toghaldarin.

Rigmor Dam tekur undir við, at lærugreinaráðgevingin verður styrkt.
- Lærugreinaráðgevingin er púra dottin niðurfyri. Vit eiga at skipa so fyri, at vit fáa lærugreinaráðgevar aftur, tað vil siga fólk at vera toghaldarar í ymsu lærugreinunum í skúlunum, soleiðis at vit fáa styrkt tað fakliga kjakið.

Føroyski skúlin skal ikki verða ein testskúli, og tað skal heldur ikki vera eitt mál, at hann verður, legði landsstýriskvinnan dent á.
- Tíbetur er okkara skúli ikki merktur av, at vit brúka nógvar kanningar.
Tíðin skal ikki drukna í royndum, kanningum, testum, eftirliti og slíkum, sum vit síggja í øðrum londum. Vit skulu leggja líka stóran dent á trivnað, vinaløg, relasjónir, fólkaræðisliga hugsan og tolsemi, sum lesing, støddfrøði og náttúruvísindi. At brúka tíð at kanna og testa merkir, at vit taka tíð frá øðrum. Tí skal tað vera við skili at vit kanna. Umframt skulu vit vera eyðmjúk yvir fyri, at PISA-úrslitið er ikki myndin av føroyska fólkaskúlanum einsamøll.


Í serfrøðingabólkinum sótu Ingi Højsted, Erla Olsen og Joan Knudsen, sum varðaðu av ávikavist støddfrøði, náttúruvísindi og lesing, umframt Gunnar Bjarnason.

Mynd: frá vinstru Ingi Højsted í serfrøðingabólkinum, Rigmor Dam, landsstýriskvinna, og Olaus Jespersen, deildarstjóri í MMR. Myndatakari: Birgir Kruse.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni