Tíðindi
08.06.2016
Nærum fimti hvør ungur í 8. flokki býr hjá øðrum foreldrunum – ella 18 prosent; hetta kann elva til ymsar støður, tí nýggj kanning, sum danska Børnerådet hevur latið gera, vísir, at meiri enn triði hvør er ónøgdur við foreldrini, sum tey ikki búgva hjá. Tey ungu, sum eru ónøgd, trívast verri. Til dømis sum er helmingurin av teimum í ringum lagi ella kedd fleiri ferðir um vikuna. Millum tey ungu, sum eru nøgd við sambandið við foreldrini, eru tølini hinvegin fjórði hvør.
Per Larsen, formaður í Barnaráðnum, sigur: ”Kanningin vísir greitt, at tá ið tey ungu eru nøgd við sambandið við foreldrini, so trívast tey betri. Foreldur skulu duga nógv betur at draga børnini uppí og skapar karmar fyri, at tørvurin hjá børnunum verður nøktaður. Tað kann ikki vera rætt, at nærveran – og harvið eisini trivnaðurin – fer fyri skeytið, tá ið mann ikki býr undir sama taki.”
Kanningin vísir eisini, at saknur fyllir nógv hjá teimum ungu. 69 prosent av teimum ungu, sum ikki búgva saman við báðum foreldrunum, sakna foreldrini, tey ikki búgva saman við. Og fyri børnini, sum hava systkin, sum búgva aðrastaðni, sakna trý av fýra systkini.
”Tað harmar meg, tá ið eg síggi, at so nógv ung sakna sambandið við foreldur og systkin. Eitt er foreldranna ábyrgd at seta tørvin hjá børnunum í miðdepilin. Men politikarar mugu tryggja meiri fyribyrgjandi ráðgeving til foreldur, sum fara hvør til sítt. Slík ráðgeving vísir seg ofta at vera ógvuliga góð at tryggja sambandið hjá børnum við bæði foreldrini,” sigur Per Larsen.
69 prosent av teimum 18 prosent ungu, sum ikki búgva saman við báðum foreldrunum, sakna foreldrini, sum tey ikki búgva saman við.
31 prosent av teimum ungum hava einki samband við foreldrini, sum tey ikki búgva hjá.
34 prosent av teimum, sum hava samband við foreldrini, sum tey ikki búgva hjá, eru ónøgd við vavið av sambandi.
Tey ungu, sum eru ónøgd við sambandið við foreldrini, sum tey ikki búgva hjá, trívast verri samanborið við onnur ung; til dømis kenna 45 prosent av teimum ungu seg einsamøll, meðan tað sama er galdandi fyri 25 prosent av teimum ungu, sum eru nøgd við sambandið við foreldrini, sum tey ikki búgva hjá.
74 prosent av teimum ungu, sum hava systkin, sum búgva aðra staðni, sakna systkini, sum tey ikki síggja dagliga.
Í kanningini hava 1.537 næmingar í 8 tikið lut; umframt eru samrøður gjørdar við seks næmingar í 8. flokki í mai 2015.
Kelda: Børnerådet