Tíðindi

670 børn fyri fyrstu ferð í skúla

Mánadagin fara børn fyri fyrstu ferð í skúla, 15 færri enn í fjør; 356 dreingir og 314 gentur

09.08.2016

Í ár er tað Skúlin á Fløtum, sum tekur ímóti teimum flestu næmingunum, sum fara í skúla fyrstu ferð, 64 næmingar, 31 gentur og 33 dreingir. Beint í hølunum kemur Skúlin við Løgmannabreyt, sum í fjør hevði flest fyrstafloks næmingar; í ár byrja 58 næmingar har, 18 gentur og 30 dreingir. Í 14 skúlum er talið á teimum, sum fara í fyrsta flokk, minni enn 10, samanborið við 15 skúlar í fjør; í tveimum skúlum bara ein næmingur.

Vit vita, at næmingatalið er lækkandi; tó hevur talið á teimum, sum byrja í 1. flokki, verið nøkulunda støðugt síðstu árini. Í fjør byrjaðu 685 børn í 1. flokki, 15 fleiri enn í ár, í fyrra ári fóru 715 næmingar í fyrsta flokk, árið fyri fóru 697 næmingar í 1. flokk, og aftur árið fyri 750 næmingar.

Í skúlaárinum, sum nú byrjar, ganga 6780 í fólkaskúlanum, framt 141 í frískúlunum og 193 í forskúlunum. Í fjør var talið 6889 næmingar. Uppgerðin er frá Mentamálaráðnum; síðan uppgerðin var gjørd, er Lítliskúli í Havn komin afturat; har ganga hetta skúlaárið tilsamans 31 næmingar í ár, 15 í forskúlanum og 16 í innskúlingini.

Flestu næmingarnir í 1. flokki komandi skúlaár fara at ganga í Skúlanum á Fløtum, sum heldur til í miðbýnum í Havn, til nýggi skúlin er liðugur á Fløtum. Mynd: Rannvá Egholm.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni