Stabbamynd greinar

52 umsóknir til læraraútbúgvingina

Samanborið við í fjør og árið fyri er talan um eina lækking; talið var 75 í 2021 og 64 í 2022.

04.07.2023

389 umsóknir til lestur á Setrinum í 2023. 340 av teimum tilsamans 389 umsóknunum um lestrarpláss í 2023 eru til tær 13 bachelorútbúgvingarnar, sum vórðu bodnar út í ár.

Tað eru bara 52 umsóknir til læraraútbúgvingina í ár. Saman við í 2019 er hetta lægsta tal av umsóknum, sum hevur verið, síðan læraraútbúgvingina var løgd um til eina bachelorútbúgving á Námsvísindadeildini í 2008.

Vit varnaðust lága talið á umsóknum í 2019, tá bara 52 umsóknir vóru, men í 2020 vóru fleiri umsøkjarar. Gongdin frá 2020 til 2022 hevur tó verið, at talið av umsóknum er minni ár fyri ár, tí hava vit bíðað spent eftir tølunum í ár. Hendan gongdin, at talið av umsóknum er minni ár fyri ár, er ikki haldbar, tí mugu viðkomandi partar hyggja at, hvat vit kunnu gera til komandi ár. Vit kunnu ikki bara lata standa til.

Vit hava ikki fleiri ung í Føroyum, sum ynskja at útbúgva seg, enn tað sama. Nú talið á útbúgvingum á Setrinum er vaksið, tað verða tiknir tveir flokkar inn til sjúkrarøkt og námsfrøðing, og tað er hákonjunkturur í samfelagnum, so at arbeiði og lærupláss eru mong at velja í, so var spennandi at síggja, hvat fór at henda við talinum á umsóknum til læraraútbúgvingina. Tað er eisini vert at hava í huga, at vit hava havt stóran prísvøkstur í samfelagnum, so at nøkur, sum hava dreymar um at útbúgva seg, eru setst aftur, tí at ráðini eru ikki til at liva av studningi í løtuni.

Í miðal hava tað verið knapt 75 umsóknir í læraraútbúgvingina árini frá 2008 til 2023, og tað árið, tað vóru flestar umsóknir, var í 2016, tá vóru 91 umsóknir til læraraútbúgvingina.

Í miðal          74,6

Ár                Umsóknir til læraraútbúgvingina

2008               76

2009               71

2010               83

2011               81

2012               87

2013               83

2014               68

2015               86

2016               91

2017               68

2018               73

2019               52

2020               84

2021               75

2022               64

2023               52

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni