Tíðindi

5 milliónir krónur til undirvísing í føroyskum sum annaðmál

Í krónum og oyrum er játtanin nærum tvífaldað eftir fýra árum.

26.10.2021

Samsvarandi at tilflytingin til Føroya er vaksin og framhaldandi veksur, veksur eisini økið í skúlaverkinum, sum hevur við næmingar, hvørs móðurmál ikki er føroyskt. Undirvísingarstýrið, sum er stýrið undir Mentamálaráðnum, ið tekur sær av allari útbúgvingarskipanini í Føroyum, hevur ikki fullfíggjaða mynd av, hvussu nógvir næmingar eru í fólkaskúlanum, sum hava annað móðurmál enn føroyskt, men talið av børnum, sum søkt verður um tímar til føroyskt, økist ár um ár. Hetta skúlaárið hava skúlar fingið játtað um 250 tímar um vikuna samanborið við 165 fyri fýra árum síðan.

- Tað er ein stórur vøkstur; í krónum og oyrum er tað nærum ein tvífalding eftir fýra árum; tað er eisini ein stór broyting samanborið við fyri nøkrum árum síðan, tá tað í størstan mun vóru útisetar, sum fluttu heim aftur við børnum sínum. Nú eru tað í stóran mun tilflytarar, sum ikki duga føroyskt, tað vil siga, at tey skulu hava undirvísing í føroyskum sum annaðmál, sigur Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum.

Hetta skúlaárið verða góðar 5 milliónir krónur brúktar til undirvísing í føroyskum sum annaðmál í fólkaskúlanum samanborið við 3 milliónum fyri trimum-fýra árum síðan. Og tað er ikki nóg mikið at nøkta tørvin, tí Undirvísingarstýrið hevur í sambandi við fíggjarlógararbeiðið fyri komandi ár biðið um eina millión krónur aftrat. Um henda milliónin verður játtað aftrat, vita vit ikki, fyrr enn fíggjarlógin fyri komandi ár er samtykt, men sum skilst sæst henda milliónin ikki í yvirlitinum yvir øki, sum verða raðfest. Umframt tær 5 milliónirnar verða pengar brúktir á øðrum kontum til hetta økið; eitt nú verður útbúgvingin, sum júst er farin í gongd á Fróðskaparsetrinum í undirvísing í føroyskum sum annaðmál, játtað av aðrari kontu, og undirvísing í føroyskum fyri vaksin, verður fíggjað av frítíðarundirvísingini.

Tað stendur í samgonguskjalinum hjá núverandi samgongu, at undirvísingin í máli og mentan hjá næmingum av fremmandum uppruna skal styrkjast. Stjórin í Undirvísingarstýrinum heldur, at alt økið, sum hevur við næmingar av fremmandum uppruna, fer framhaldandi at vaksa.

- Arbeiðsmarknaðinum tørvar fólk, so tað er nógv, sum bendir á, at talið á tilflytarum framhaldandi fer at vaksa, og væntast kann, at summi av hesum hava børn í skúlaaldri. Innan rímiliga stutta tíð, eini 3 ár, rokni eg við, at tímatalið um vikuna er økt úr 250 tímum til 300 tímar. Um vit fáa ta játtanina, vit hava biðið um til komandi fíggjarár, er ilt at siga nú, men hvussu verður og ikki, so er nógv sett inn fyri at lofta næmingum, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál, og eg síggi hetta sum eina gongd, sum bara fer at vaksa.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni