Tíðindi

43.000 ung í Danmark hvørki undir útbúgving ella arbeiðsmarknaðinum

Talið á ungum millum 15 og 24 ár, sum ikki eru undir útbúgving ella hava eitt arbeiði, er vaksið úr 5,9 prosentum í 2021 upp í 6,4 prosent í 2022. Tað vísa nýggj tøl.

29.09.2023

Frá 2021 til 2022 er talið av ungum í Danmark, sum hvørki eru í gongd við eina útbúgving ella arbeiða, vaksið. Tað vaks úr 5,9 prosentum í 2021 til 6,4 prosent í 2022, og 1. oktober í 2022 vóru tað 43.000 ung millum 15 og 24 ár, sum hvørki høvdu tilknýti til skúlaverkið ella arbeiðsmarknaðinum. Tað vísa nýggj tøl frá Styrelsen for It og Læring (STIL). 

Vøksturin frá 2021 til 2022 sæst í øllum árgangunum, men er størst millum tey yngstu í bólkinum. Haraftrat eru færri farin úr bólkinum samanborið við árið frammanundan, og fleiri eru løgst aftrat bólkinum. Økingin frá 2021 til 2022 hendir eftir nøkur ár, har bólkurin av hesum ungu annars hevur verið í minking. Minkingin av restbólkinum í 2020 og 2021 komst helst av eini óvanligari gongd orsakað av COVID-19, tá ið talan er um tey, sum løgdust aftrat og fullu frá ungdómsútbúgvingunum.

15-24 ára gomul uttan tilknýti til útbúgving ella arbeiðsmarknað í tali og prosentum.

Á hvørjum ári – tann 1. oktober – verður gjørt upp, hvussu nógv ung hvørki hava tilknýti til útbúgving ella arbeiðsmarknað. Í bólkinum eru tey, sum 1) ikki hava gjørt eina útbúgving lidna, 2) ikki eru í holt við eina útbúgving ella 3) ikki arbeiða í minsta lagi 18 tímar um vikuna. Í sambandi við at tølini eru almannakunngjørd, eru dátur frá tíðarskeiðnum 2016 til 2021 dagførd við neyvari skrásetingum, soleiðis at vit hava betri innlit í virksemið hjá aldursbólkinum. Orsakað av hesum eru tølini fyri árini 2019, 2020 og 2021 broytt, og bólkurin minkaður við umleið 1.500-2.000 persónum. 

”Eg eri á ongan hátt nøgdur. Hesi 43.000 ungu, sum hvørki eru undir útbúgving ella arbeiða, hava uppiborið nógv betri stuðul frá okkum øðrum. Stjórnin fer seinni í ár at leggja fram uppskot um tiltøk, sum skulu fáa fleiri ung inn í felagsskapin. Tað snýr seg eitt nú at styrka fyrireikandi grundútbúgvingar, sum eru á 85 skúlum kring alt landið,” sigur Mattias Tesfaye, barna- og útbúgvingarráðharri í Danmark.

Politisk semja er gjørd í álitinum "Avtala um betri vegir til útbúgving og arbeiði” (FGU-avtalan frá 2017), og hon hevur til endamáls at fáa talið av ungum upp til 25 ár uttan tilknýti til útbúgving ella arbeiðsmarknað at minka niður á 3,5 prosent í 2030.

Kelda: buvm.dk

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni