Tíðindi
09.11.2017
Marita Dalsgaard leggur frá sær fyri aldur sum skúlastjóri í Tofta skúla, og tí skal skúlin hava nýggjan stjóra. Tá freistin var úti mánadagin, vóru 4 umsóknir komnar. Í Tofta skúla eru 195 næmingar í 10 árgangum, og 17 lærarar starvast í skúlanum. Starvið verður sett frá 1. desember 2017 ella so skjótt sum til ber.
Um starvið sigur Mentamálaráðið m.a. í starvslýsingini, at skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans. Hann
skal fremja góðar arbeiðsumstøður og gott samstarv millum skúla og heim og í samstarvi við foreldrini virka fyri, at næmingarnir fáa eina mennandi og fjølbroytta undirvísing. Harumframt skal skúlastjórin vera førur fyri at inna eina mennandi starvsfólkaleiðslu, skapa umstøður hjá tí einstaka fyri samábyrgd og ávirkan og tryggja, at lærarar skúlans hava umstøður fyri fakligari menning. Eisini skal skúlastjórin skapa virðing fyri skúlanum og leggja dent á at menna skúlaskapin í kommununi.