Tíðindi

300 lærarar fara frá næstu 10 árini

Fara 300 lærarar frá fyri aldur fram til 2024, verður tørvur á øðrum 300 at seta í teirra stað, tað vil siga á leið 30 um árið, metir Búskaparráðið.

22.08.2016

Í seinastu frágreiðingini frá Búskaparráðnum, sum kom í vár, tekur ráðið fram nakrar útbúgvingar og sammetir við, hvør tørvurin er á teimum, sum nema sær hesar útbúgvingar. Endamálið er at lýsa nakrar liðir í føroyska arbeiðsmarknaðinum, sum møguliga kunnu geva eitt ávegis grundarlag fyri at gera metingar um, hvørt ella hvussu arbeiðsvirknið í Føroyum (herundir talið av arbeiðsplássum og manning til tey) kann vaksa, og harvið møta haldførisavbjóðingini móti føroyska samfelagnum. Í summar hevur verið kjak um, hvør Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya tekur ov nógv lesandi inn á læraraútbúgvingina samanborið við tørvin á lærarum. Flestu skúlar fingu rættiliga fitt av umsóknum til størvini, sum vórðu lýst leys, og sum skilst vóru tað nógvir lærarar, ið einki starv fingu tá ella hava fingið síðan; umframt vita vit, at tað eru lærarar, hvørs læraraprógv ikki er spildurnýtt, sum heldur ikki hava starv. Tí vóru røddir frammi, sum søgdu, at tað var skilabetri at brúka orkuna á Námsvísindadeildini til eftirútbúgving av verandi lærarum, sum so stórur tørvur er á, heldur enn at útbúgva fleiri lærarar til arbeiðsloysi.

Hyggja vit nærri í frágreiðingina frá Búskaparráðnum, so síggja vit, at fram til 2024 fara umleið 300 lærarar frá fyri aldur. Búskaparráðið grundar hetta á tøl frá Manntali og Studna; við at rokna áramál til pensjónsaldur (67 ár) hjá búfjøldini, og við at sammeta við talið av fólki undir útbúgving, ber til at fáa eina hóming av, hvussu nógv størv kunnu gerast tøk fram til 2024. Einastu útbúgvingarnar við samsvari millum talið av lesandi og talið av tøkum arbeiðsplássum vegna fráfaring við eftirløn, eru útbúgvingar sum fólkaskúlalærarar, heilsufrøðingar (te. meginparturin sjúkrarøktarfrøðingar) og flutningstænastur (te. meginparturin navigatørar og maskinfólk). Í frágreiðingini verður sagt, at tað er merkisvert, at hetta er útbúgvingar, sum í sera stóran mun verða tiknar í Føroyum. Ein forkláring kundi verið, at tað hevur eydnast føroyska útbúgvingarverkinum at leggja beintrakandi ætlanir um upptøkur av lesandi fyri hesar útbúgvingar. Vit vita eisini, at ein stórur partur av navigatørunum og maskinmeistarunum arbeiða fyri útlendskar arbeiðsgevarar. Sjálvsagt merkir hetta ikki, at starv er garanterað til teirra, sum eru í gongd við júst hesar útbúgvingar.

Kelda: Búskaparfrágreiðingin á vári 2016

Savnsmynd.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni