Tíðindi

30 flokkar við 25, 26 ella 27 næmingum komandi ár

Komandi skúlaár eru 30 flokkar við oman fyri 24 næmingum samanborið við 24 flokkar hetta skúlaárið, og fleiri av flokkunum eru nýggir flokkar, tað vil siga 1. flokkar og 8. flokkar.

21.02.2023

Í fyribilsnæmingatølunum fyri komandi skúlaár síggja vit, at tað fara at vera 14 flokkar við 25 næmingum, 11 flokkar við 26 og 5 við 27 næmingum. Tretivu og ikki tjúgu flokkar, sum tað var sagt í løgtinginum í mikudagin í sambandi við munnligan fyrispurning um næmingatal í flokkum. Hetta er á ongan hátt í lagi, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

- Tá ið fólkaskúlalógin fyriskrivar, at tað bara í heilt serligum førum eigur at verða farið upp um 24 næmingar, er tað ikki í samsvari við lógina, tá vit hava 30 flokkar komandi ár við næmingatali oman fyri 24.

Formaðurin í Føroya Lærarafelags vísir á, at grundgevingin, sum var førd fram, at tað ikki er skilagott at býta næmingar í stórum flokkum sundur, sum hava verið saman í nógv ár, og sum eru væl samansjóðaðir, heldur ikki, tá vit síggja, at seks av teimum 30 flokkunum eru nýggir flokkar; tað er antin 1. flokkar ella 8. flokkar, sum  eru settir saman av næmingum, sum koma úr fleiri skúlum.

- Tað kann vera skilagott at varðveita flokkin í ávísum førum, hóast ein næmingur kemur afturat teimum 24 í eitt tíðarskeið. Kemur ein næmingur aftrat, so kann  ynskið á staðnum verða at halda fast við flokkin sum hann er og heldur hava tveir lærarar í flokkinum, soleiðis at tað skiftivís kann vera undirvíst í bólkum ella við tveimum lærarum í flokkinum.

Nógvir av teimum stóru flokkunum komandi skúlaár eru ikki í hesi støðuni. Á Skúlatrøð verður talið av næmingum í 1. flokki komandi ár 73 næmingar, og har er ætlanin at gera tríggjar stórar flokkar heldur enn at gera fýra flokkar.

- Tað hevði verið hóskandi tal av næmingum í hvørjum flokki, um 73 næmingar vórðu býttir sundur í fýra flokkar, so vóru tað 18 og 19 næmingar í hvørjum flokki, og tað hevði samstundis lagt upp fyri, at fleiri næmingar kundu komið í flokkarnar, um fleiri fluttu til økið. Sama ger seg galdandi í Fuglafjarðar skúla, sum eisini tekur ímóti næmingum úr skúlanum í Eysturkommunu úr 7. flokki; har vera 52 næmingar í 8. flokki komandi skúlaár, sum tá eru nýggir flokkar. Í staðin fyri at gera tríggjar flokkar við 17 og 18 næmingum í hvørjum, so vera tað tveir flokkar við 26 næmingum í hvørjum.

Jacob Eli S. Olsen undrast á, at tað eru so nógvir stórir flokkar, tá ið tað samstundis verður sagt – eisini í nýggja samgonguskjalinum – at vit skulu hava smærri flokkar, og tá so nógv tilmæli tala fyri, at tað er skilabest við færri næmingum í flokkunum.

- Var viljin til staðar, so settu skúlamyndugleikarnir alt fyri eitt tað í verk at hava smærri skúlaflokkar, og landsstýrismaðurin hevur heimild at gera tað. Tað eigur heldur ikki at verða brúkt sum undanførsla, at nýggja samgongan nústani er sloppin til verka. Ætlar henda samgongan at minka flokkarnar, so er at gera tað alt fyri eitt. Tað hjálpir ikki børnunum í teimum stóru flokkunum, at samgongan drálar at minka flokkarnar. Vanliga plaga fyribilsnæmingatølini at vera avgerandi fyri, hvussu flokkarnir vera skúlaárið eftir, men meinar henda samgongan tað í álvara, sum tey hava sett í samgonguskjalið, so er at hálsa um, soleiðis at vit fáa smærri flokkar. Hevur landsstýrismaðurin ikki peningaorkuna at minka allar teir 30 flokkarnar í einum, so kundi hann byrjað við teimum nýggju í 1. og 8. flokki. Teir eru seks í tali, um 150 næmingar í alt. Øll gransking og tilmæli benda greitt á tað skilagóða í at hava smærri flokkar, og vit hava tosað um smærri flokkar leingi, so nú manglar bara at gera álvara av prátinum og lyftinum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni