Tíðindi

24 verkætlanir játtað tímar hetta skúlaárið

Hetta skúlaárið fáa 24 verkætlanir í fólkaskúlanum stuðul sambært játtanini til royndar- og menningarvirksemi, ið Undirvísingarstýrið umsitur.

23.05.2022

Tað er nøkulunda sama tal, sum í fjør, tá ið 25 verkætlanir fingu játtandi svar.

Eins og undanfarin ár fevna verkætlanirnar víða. Í yvirlitinum frá Undirvísingarstýrinum eru tær skipaðar sundur í 5 bólkar: 1. styrkja handaligu lærugreinirnar, rørsla, 2. Styrkja talgildu førleikarnar, 3. Styrkja trivnað millum næmingarnar og steðga happing og onnur trivnaðarátøk, 4. Skúlanoktan og 5. Felags ráðlegging og lærarasamstarv sum t.d. PLF. Tíggju verkætlanir eru í bólkinum, sum hevur við handaligu lærugreinirnar og rørslu at gera, og seks í bólkinum, sum hevur við felags ráðlegging og lærarasamstarv at gera. Í hinum bólkunum eru tær tvær, fimm og ein í tali.

Tað er rættiliga ymiskt, hvussu nógvar tímar ymsu verkætlanirnar hava fingið játtað. Tann, ið hevur fingið mest, er verkætlanin í Runavíkar kommunuskúla við skúlaaftran. Hon hevur fingið 1,357 klokkutímar; tað svarar til 25 undirvísingartímar um vikuna. Hesi verkætlanini á baki kemur verkætlanin á Skúlatrøð við sálarfrøðingi, sum hevur fingið 900 klokkutímar, svarandi til 16 undirvísingartímar um vikuna. Ein onnur verkætlan, sum hevur fingið meiri enn 10 undirvísingartímar um vikuna, er PLF-verkætlanin í Eysturskúlanum, sum hevur fingið 700 klokkutímar, ella 13 undirvísingartímar um vikuna. Allar hinar 21 verkætlanirnar hava fingið færri enn 10 undirvísingartímar um vikuna.

Samanlagt eru tað 15 skúlar, sum hava fingið játtað stuðul at fara undir royndar- og menningarvirksemi hetta skúlaárið. Umsóknirnar, sum verða játtaðar, kunnu fevna um meiri enn eitt skúlaár, men skúlarnir skulu søkja av nýggjum á hvørjum ári eftir tímum til somu verkætlan. Vanliga varir ein verkætlan trý ár.

Í samrøðu við Skúlablaðið í fjør segði Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum, at koronaskúlin hevur skundað undir eina menning og latið upp fyri nøkrum møguleikum, sum vit ikki hava troytt so nógv áður, og at tað er hugsandi, at Undirvísingarstýrið fer at heita á skúlar um at gera nakrar royndar- og menningarverkætlanir við støði í tí, sum koronaskúlin var, og so fáa teir eina játtan til ymsar verkætlanir í eini 1-2 ár. Sambært yvirlitinum yvir játtaðar verkætlanir hetta skúlaárið sæst ikki aftur, at skúlar hava stórvegis hug at gera royndir í tí, ið koronaskúlin var merktur av, nevniliga talgildari undirvísing.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni