Stabbamynd greinar

224 næmingar við útlendskum uppruna

Talið av næmingum, ið hava annan ríkisborgaraskap, er vaksið munandi seinnu árini. Serliga er talið av næmingum, ið hava sín uppruna uttan fyri Norðurlond og uttan fyri Evropa, vaksið.

10.06.2024

Tað eru 113 næmingar, ið hava sín uppruna uttan fyri Evropa. Fyri 15 árum síðan vóru hesi 21 í tali og fyri 10 árum síðan 45. Flestu næmingarnir koma úr Asia (74), síðan Afrika (28) og Amerika (10).

Talið av næmingum, ið koma úr Evropa uttan fyri Norðurlond, er vaksið støðugt í hesi øldini. Í 1999 vóru hesi 9, í 2009 27 næmingar, og nú eru tað 87 næmingar, ið koma úr Evropa uttan fyri Norðurlond.

Talið av næmingum, ið koma úr londum uttan fyri Evropa, er fimmfaldað síðan 2009. Um aldarskiftið vóru tað bara einstakir næmingar, ið høvdu sín uppruna uttan fyri Evropa. Í 2009 vóru hesi 21, í 2014 45, og í mai 2024 vóru 113 børn í skúlaaldri, ið høvdu sín uppruna uttan fyri Evropa.

Børnini, ið eru flutt til landið, hava tørv á undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Tøl frá sendingini Breddanum í Kringvarpinum vístu, at tað vóru umleið 220 næmingar í fólkaskúlanum, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál; av teimum eru tað 120 næmingar, ið als ikki skilja føroyskt.

Í nýggjasta Skúlablaðnum, sum kom í farnu viku, ber til at lesa um evnið: undirvísing í føroyskum sum annaðmál - og annað í hesum sambandi.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni