Tíðindi

15 tvørsagnir, ið merkja skúlan

Vit eiga at endurskoða fólkaskúlan, soleiðis at hann í størri mun byggir á vitan um menniskju. Og vit mugu lata okkara røddir koma til fram í almenna rúminum við at krevja størri tilfeingi til menning av børnum. Tað heldur Louise Klinge, skúlagranskari, ið hevur tveir evnisdagar í Føroyum í næstum.

19.09.2024

Lærarar, námsfrøðingar og skúlaleiðarar gera stórt arbeiði fyri, at fólkaskúlin skal vera eitt kveikjandi stað, har børn mennast sosialt, persónliga og fakliga, skrivar Louise Klinge. Men sambært Louise Klinge er fólkaskúlin tengdur at systematiskum tvørsagnum, sum ikki eru í samsvari við góða gransking innan frálærufrøði, námsfrøði, sálarfrøði, fysiologi og neurovitan um, hvussu børn mennast.

Louise Klinge vísir á, at fólkaskúlin virkar undir 15 tvørsagnum, og hesar eru:

1. Børn hava tørv á at mennast gjøgnum rørslu, men skúlastovan og stóra fokusið á tað bólkliga leggur upp til, at næmingar skulu sita stillir.

2. Sálarfrøðilig gransking vísir, at tað ofta hevur ringa ávirkan á trivnað, tá vit vera dømd og samanborin við onnur. Hóast hesa vitan geva vit næmingum próvtøl.

3. Foreldur eru ofta saman um at skipa fyri barnaføðingardegi, har børnini einans skulu hugna sær. Men vit vænta av einum lærara, at hesin skal vera einsamallur við upp til 28 næmingum, og at lærarin einsamallur klárar at menna børnini persónliga, fakliga og sosialt.

4. Sosiali arvurin økist, tá ið næmingar regluliga fáa heimaarbeiði at gera, samstundis sum ein hópur av børnum ikki hava vaksin heima, sum megna at stuðla undir, at heimaarbeiðið verður gjørt.

5. Børn hava tørv á sunnum kosti fyri at kenna seg væl og megna at hugsavna seg. Men hópin av børnum hava ikki góðan matpakka við heimanífrá, og skúlin veitir hvørki morgunmat ella bita á middegi.

6. Gjøgnum spæl menna vit m.a. motorikk, evni at mentalisera, áhaldni, kensluregulering, fantasi og ímyndingarevni. Men flestu børn sleppa einans at spæla í stuttu steðgunum á skúladegnum. Og hjá summum børnum snúgva hesir steðgir seg meira um at yvirliva enn at spæla.

7. Lærutilgongdir krevja hugdýping, tryggleika og yvirlit. Hesum tálma vit við at deila fak upp á tann hátt, at børnini hava skúladag við nógvum skiftum, nógvum vaksnum og stuttari tíð til hvørt fak.

8. Í donsku fólkaskúlalógini stendur “skolens virke skal være præget af åndsfrihed, ligeværd og demokrati”. Men vit vænta t.d., at næmingar skulu spyrja um loyvi at fara á vesið.

9. Eftir loknan fólkaskúla verður væntað av okkara ungu, at tey skulu koma við íkasti til samfelagið sum virknir borgarar. Hetta krevur nógvar royndir, har tey á ymiskan hátt veruliga fáa loyvi og ábyrgd at koma við sínum íkasti. Men gjøgnum fleiri túsund tímar av skúlagongd er uppgávan sum røkil og at feia tað tættasta næmingar koma av at merkja ábyrgd.

10. Øll børn hava tørv á at kenna seg eiga eitt virðiligt pláss í einum felagsskapi. Men atburðurin hjá summum børnum ger, at tey verða send út úr tímanum, skeldað og enntá send heim. Hetta verður gjørt, hóast vit vita, at hesi børn ofta liva í heimum, sum hava avbjóðingar. Hesi børn hava tørv á tí øvuta av skeldi og útihýsan fyri at læra og trívast.  

11. Børn gerast áhugað, tá ið tey hava valmøguleikar og rúm er fyri at handla kreativt. Men skúlin virðir fyrst og fremst bókligar dygdir og virðir ov lítið tað handaliga og estetiska.

12. Børn eru ymisk og læra við ymiskari ferð. Men vit vænta og krevja av næmingunum, at hesir klára somu fakligu mál um somu tíð.

13. Børn læra við at eygleiða og royna at handla eins og eldri fyrimyndir. Men skúlin letur einans børn læra saman við javnaldrum, har lærarin er tann við vitanini, sum børnini skulu ogna sær.

14. Svøvnrytman hjá tannáringum er forskotin, og tannáringar hava tískil best av at møta seinni enn kl. 8. Hóast hesa vitan vilja vit hava tannáringar at møta klokkan 8.

15. Heilin hevur tørv á hvíld fyri at fáa eitt nervasystem í balansu. Men skúladagurin er fyltur við órógv, larmi og vantandi uppliving av nattúru og mindfulness.    

Vit mugu krevja størri tilfeingi til skúlan   

Louise Klinge metir, at vit í dag hava ein skúla, har alt ov nógv børn ikki verða møtt við teimum rammu og relatiónum, sum teimum tørvar fyri at kunna menna síni viðføddu sosialu, rørsluligu, kensluligu og kognitivu evni. Tískil eiga vit at endurskoða fólkaskúlan, soleiðis at hann í størri mun verður bygdur á vitan um menniskju. Og vit mugu lata okkara røddir koma til kennar í almenna rúminum við at krevja størri tilfeingi til menning av børnum. At menna dagstovnar og fólkaskúlar er ein íløga fyri framtíðarsamfelagið heldur enn útreiðsla. Men skal hetta eydnast, so mugu vit hava størri fleiri fakfólk í skúlunum og enn fleiri fakfólk við eftirútbúgving. Starvsfólk mugu hava tíð til fyrireiking og refleksión, og børnini mugu merkja, at teirra sálarfrøðiligu tørvir verða nøktaðir, umframt at har er tíð og áhugi fyri, at undirvísingin leggur upp fyri teirra virkisanda og dreymum.

Louise Klinge hevur í næstum tveir evnisdagar, har høvuðsevnið snýr seg um relatiónsførleikar.

28. oktobur í Smæruni í Havn er longu útseldur. Men atgongumerki til 29. oktobur í Panorama høllini á Hotel Hafnia eru framvegis at fáa.

Luttøka fæst við at skriva til salarfrodi@salarfrodi.fo

Les meira um evnisdagarnar á salarfrodi.fo

Fyritøkan Sálarfróði skipar fyri evnisdøgunum.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni