Tíðindi
08.08.2016
Næmingar, sum velja 10. flokk, gera tað mangan, tí teimum tørvar eitt eyka ár at gerast klárir og búnir at fara undir eina ungdómsútbúgving. EVA, sum hevur staðið fyri kanningini, hevur kannað kommunalu 10. flokkarnar í tíðarskeiðinum 2008-2013, og niðurstøðan er eitt nú, at 10. floks tilboðið ikki bøtir um sannlíkindini fyri, at næmingarnir fara undir eina ungdómsútbúgving ella gera útbúgvingina lidna. Kanningin fatar ikki um 10. flokk á eftirskúla ella kommunalar 10. floks deplar, sum ikki hava tilknýti til ein fólkaskúla.
- Málið við 10. flokki er at gera tey ungu til reiðar til víðari útbúgving. Tíverri vísir kanningin, at nógv ung í teimum kommunalu 10. flokkunum ikki fáa nóg nógv burtur úr skúlaárinum. Tí fari eg at taka stig til, at hini 10. floks tilboðini, tað vil siga eftirskúlar og 10. floks deplar, eisini verða eftirmettir, soleiðis at vit kunnu gera okkum eina mynd av, hvar, hvussu og hvørjum næmingarnir fáa mest burturúr, sigur Ellen Trane Nørby, kenslumálaráðharri í Danmark.
EVA hevur í tíðarskeiðinum frá 2011 til 2016 framt eina størri eftirmeting av 10. flokki í trimum lutakanningum. Triði og seinasti partur av eftirmetingini endar við einum áliti, sum varpar ljós á, hvussu gagnligt kommunala 10. floks tilboðið er fyri, at næmingar fara undir og gjøgnumføra eina ungdómsútbúgivng.
Í greiningunum nýtir EVA eitt háttalag, sum tekur støði í, at 10. flokkur í tíðarskeiðinum 2008-2013 varð niðurlagdur í nógvum fólkaskúlum í Danmark, og í staðin vórðu 10. floks deplar stovnaðir. EVA kemur til tríggjar høvuðsniðurstøður um tey kommunalu 10. floks tilboðini, sum í tíðarskeiðinum, kanningin fór fram, vóru í fólkaskúla við fleiri enn trimum floksstigum:
Sannlíkindini fyri, at næmingar fara undir eina ungdómsútbúgving eru verri.
10. flokkur ger ikki sannlíkindini fyri, at næmingarnir fara undir ella gjøgnumføra eina ungdómsútbúgving, betri.
10. flokkur ávirkar ikki ella minkar um sannlíkindini fyri, at næmingarnir fara undir ella gjøgnumføra eina miðnámsútbúgving.
Í kanningartíðarskeiðinum (2008/09) fóru um 55 % av øllum næmingunum í eitt kommunalt 10. floks tilboð, sum hevði tilknýti til ein fólkaskúla; hesin parturin er minkaður til 40 % skúlaárið 2014/15. Til samanberingar fara 63 % av næmingunum í Føroyum í 10. flokk.
Kelda: uvm.dk