Tíðindi

10. flokkur uttan samstarv við aðrar skúlar ber ikki til

- Tað er eingin ivi um, at gjørdu vit einki nú, so fóru næmingarnir aðrar leiðir, sigur Sonni Óli Djurhuus, skúlastjóri í Skúlanum við Streymin, sum er farin undir nýtt 10. flokstilboð.

24.10.2016

Tá ið skúlaárið byrjar aftur, fara 80-90 næmingar at ganga í eNámi, sum er nýggja tilboðið til 10. floks næmingar í Sundalagnum, Fuglafirði og Strondum. Í dag samstarva mestsum allir skúlar, sum hava 10. flokk, við aðrar skúlar, og tað er neyðugt, sigur skúlastjórin í Skúlanum við Streymin. Næmingagrundarlagið er nógva staðni ov lítil til, at skúlin kann bjóða eitt spennandi, áhugavert og kappingarført tilboð.
- Hóast tríggir skúlar hava kastað saman um 10. flokk, so er avmarkað, hvat vit kunnu bjóða; okkara næmingatal er um 80-90 næmingar.

Um samstarvið um 10. flokk verður útbygt við aðrar skúlar, veit Sonni Ó. Djurhuus ikki. Flestu framhaldsskúlar samstarva við aðrar um 10. flokk.
- Í Klaksvík er nøktandi næmingatal til, at tey kunnu veita eitt áhugavert 10. floks tilboð, og somuleiðis í Runavík, sum samstarvar við Tofta skúla og Skála skúla. Tað er heilt vist, at samstarv er neyðugt við aðrar skúlar, skalt tú kunna bjóða eitt nøktandi tilboð. Tað er eingin ivi um, at gjørdu vit einki nú, so fóru næmingarnir aðrar leiðir. Sunda kommuna hevur víst stóra vælvild og er sjálvsagt ógvuliga áhugað í, at vit megna at skipa eitt áhugavert tilboð; tey duga at síggja, at tað er umráðandi fyri økið at hava ein góðan og spennandi skúla. Skal mann gera sær nakra vón um, at fólk vilja flyta til økið, so skal skúlin, barnagarðsøkið og frítíðarlívið vera gott; tað krevja og vænta fólk.

Sum er er 10. flokkur í 13 skúlum kring landið; størsti skúlin við 10. flokki er Nám X í Havn, sum tekur næmingar inn úr øllum skúlunum í Tórshavnar kommunu. Á hvørjum ári heldur ein rímiliga stórur partur av næmingunum fram í 10. flokki; til samans fara 482 næmingar at ganga í 10. flokki komandi ár; tað er 63 prosent av árganginum. Talið á næmingum í 10. flokki svingar eins og næmingatalið annars ger; millum 60 og 70 prosent av árganginum velur vanliga at fara í 10. flokk.

Í Tórshavnar kommunu er minsta undirtøkan fyri 10. flokki. Slakur helmingurin av teimum 15-16 ára gomlu velur at fara í 10. flokk í Tórshavnar kommunu.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni