Tíðindi

10. flokkur støðuga tilgongd

Á hvørjum ári heldur ein rímiliga stórur partur av næmingunum fram í 10. flokki; tilsamans fara 482 næmingar at ganga í 10. flokki komandi ár; tað er 63 prosent av árganginum.

06.05.2016

Talið á næmingum í 10. flokki svingar, eins og næmingatalið annars ger; í hesum skúlaárinum ganga 468 næmingar í 10. flokki; farna skúlaár var talið 478. Í fyrraári var talið á næmingum, sum fóru í 10. flokk, 483, árið fyri 495, skúlaárið 2011-2012 var talið 482 og skúlaárið 2010-2011 460 næmingar. Millum 60 og 70 prosent av árganginum velur sostatt at fara í 10. flokk.

Í Tórshavnar kommunu er minsta undirtøkan fyri 10. flokki; hetta skúlaárið er næmingatalið 172 og síðsta ár 164. Slakur helmingurin av teimum 15-16 ára gomlu velur at fara í 10. flokk í Tórshavnar kommunu.

Lesið grein um, hvussu skúlar samstarva um 10. flokk, í Skúlablaðnum, sum júst er komið.

Savnsmynd.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni