Tíðindi

10. flokkur savnast í 4 deplar

Í álitinum, sum fólkaskúlaráðið handaði landsstýriskvinnuni við skúlamálum í farnu viku, verður lagt upp til, at í staðin fyri at hava 10. flokk í 13 skúlum, eigur hetta at verða minkað niður í 4 stórar 10. floks eindir.

06.02.2017

Hetta skúlaárið bjóða 13 skúlar fram 10. flokk; tilsamans ganga 481 næmingar í 26 flokkum í 10. flokki, tað svarar til 63 prosent av árganginum; vit vita frá øðrum kanningum, at 10. flokkur hevur rættiliga gott tak á næmingum í Føroyum, betri enn í hann hevur í Danmark, har nógvir næmingar velja at fara beinleiðis á miðnám ella á eftirskúla. Kanning, sum Skúlablaðið hevur gjørt, vísir, at tað er serliga í skúlum uttan fyri høvuðsstaðin, at næmingar velja 10. flokk.

Í álitinum, sum fólkaskúlaráðið handaði landsstýriskvinnuni við skúlamálum í farnu viku, verður lagt upp til, at í staðin fyri at hava 10. flokk í 13 skúlum, eigur hetta at verða minkað niður í 4 stórar 10. floks eindir. Tann størsta fatar um 10. flokk í Tórshavnar kommunu, Vágum, Vestmanna og Sandoy við 230 næmingum; tann næststørsta við næmingunum í Fuglafirði og Skúlatrøð við 123 næmingum, síðan 10. flokkur við Streymin, Strondum, Toftum og Runavík við 87 næmingum og at enda skúlarnir í Suðuroy við 41 næmingum.

Sambært útrokningum, sum fólkaskúlaráðið hevur latið gera, eru nógvir pengar at spara við at samskipa 10. flokk øðrvísi; har er ein útrokning, sum sigur, at ein næmingur í Nám X, sum er 10. floks tilboðið í Tórshavnar kommunu, kostar á leið 36.500 kr. samanborið við 43.500 kr, sum er miðalkostnaðurin fyri ein næming í Føroyum. Men ein 10. floks næmingur í teimum smæstu eindunum kostar á leið 4 ferðir so nógv sum 10. floks næmingurin í Tórshavnar kommunu. Hetta kemst av, at játtanin er pr flokk, og næmingatalið í hvørjum flokki er ógvuliga misjavnt. Verða 10. flokkarnir samskipaðir í 4 eindir, eru um 3 milliónir krónur at spara, tí tá verða tað 20 flokkar við 10. flokki í staðin fyri 26 sum nú er. Sambært álitinum hevði fakliga útboðið ikki lækkað, heldur hinvegin hevði tað havt fleiri breytatilboð og fakligar samansetingar, stendur at lesa í álitinum.

Jónleif Johannesen, sum er tinglimur hjá Javnaðaflokkinum, mælir frá at skipa 10. flokk í einans 4 eindir. Hann hevur, at til dømis næmingarnir í Sandoynni missa meiri enn teir fáa. Lurtið eftir broti úr Kringvarpinum her:

http://kvf.fo/netvarp/uv/2017/02/03/kunnu-missa-meira-enn-teir-fa


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni