Tíðindi

10. flokkur koppaður á høvdið

Nýggja 10. floks tilboðið, eNám, er munandi øðrvísi enn næmingarnir í Sundalagnum eru vanir við. Minni bøkur og meiri breytir.

15.08.2016

Tá ið avgerð varð tikin um at umskipa 10. flokk, vórðu tey ungu spurd, hvat tey saknaðu við verandi tilboði, og hvussu tey kundu hugsað sær meiri áhugavert tilboð var, ið skuldi fáa fleiri at velja 10. flokk.
- Vit fingu nógv at vita, sum avgjørt er viðkomandi og upplagt at bjóða teimum ungu; tí hava vit valt at koppa 10. flokk púra á høvdið; tann bókfakligi parturin hevur vigað av nógv; komandi skúlaár verður bókfakligi partur tveir skúladagar við 5 bókfakligum lærugreinum, og tríggir dagar eru settir av til 7 spennandi og øðrvísi breytir, sigur Sonni Óli Djurhuus, skúlastjóri í Skúlanum við Streymin.

Nýggja 10. flokstilboðið, eNám, er samstarv millum Skúlan við Streymin, Fuglafjarðar skúla og Stranda skúla. Umframt at spyrja næmingar til ráðs hava tey hugt at, hvussu 10. floksdeplar eru aðrastaðni, eitt nú Nám X, sum er størsti 10. floksdepilin í landinum.
- Hóast tríggir skúlar hava kastað saman um 10. flokk, so er avmarkað, hvat vit kunnu bjóða; okkara næmingatal er um 80-90 næmingar. Vit hava sjálvandi eisini hugt at, hvat riggar væl í verandi skúlum. Til dømis hava tey eina ógvuliga væl virkandi og væl umtókta tónleikabreyt í Fuglafirði.

Breytirnar, tey bjóða fram í eNámi, minna um breytirnar, ið onnur 10. floksdeplar bjóðar fram; tó er ein breyt, ið onnur ikki hava, og tað er geyming.
- Geyming er umstrídd sum lærugrein, men tað kemst av, at fólk ikki vita, hvat hetta snýr seg um. Geyming er so nógv meiri enn at spæla spøl; geyming snýr seg fyrst og fremst um at forrita spøl, gera ritbúnað og skipanir og alt tað, sum liggur aftanfyri. Geyming er framtíðin og ein stór vinna aðrastaðni; bara í Íslandi eru 400 fulltíðarstørv, sum takast við geyming so ella so, og líta vit kring heimin, so eru 48 prosent av teimum, sum hava fingist við geyming seinastu 30 árini, konufólk. Ikki færri enn 24 næmingar hava meldað seg til geymingbreytina. Eyðstein Lützen, sum hevur eina bachelor-útbúgving innan hetta øki, hevur saman við okkum gjørt eina læruætlan, hann fer at undirvísa næmingunum í øllum rundan um geyming, eisini at handfara geyming uttan at gerast bundin at tí.

Eisini tær meiri siðbundnu breytirnar, so sum sjóvinnubreytin og handverksbreytin, eru ógvuliga væl umtóktar í eNámi. Ikki færri enn 31 næmingar hava valt sjóvinnubreytina og 26 næmingar handverksbreytina. Tað kemur ikki óvart á skúlastjóran, at hesar breytirnar eru væl umtóktar.
- Vit hava sæð, at tá ið næmingar velja arbeiðspláss til starvsvenjingina, velja nógvir sjóvinnu og handverk. Nógvar av familjunum hjá næmingunum eru knýttar at sjóvinnu og handverki. Tey, sum velja sjóvinnubreytina, fáa trygdarskeið og frítíðarfiskaraskeið eisini.

Trettan næmingar hava valt stylistbreytina; tann breytin verður í samstarv við Tekniska skúla í Havn.
- Hetta er tann minsta breytin, 13 næmingar; eg havi varhugan av, at fleiri næmingar høvdu valt hesa breytina, um vit kundu havt hana í onkrum av teimum trimum skúlunum í samstarvinum, soleiðis at næmingunum ikki nýtast at ferðast til Havnar, men tað hava vit ikki fíggjarligar umstøður til.

Tað hevur munað rættiliga væl at kollvelta tilboðið til tey 16-17 ára gomlu; í skúlaárinum, sum júst er byrjað, halda 29 næmingar av 32 av Oyrarbakka fram, 8 av 12 næmingum á Strondum og 41 av 61 í Fuglafirði.
- Vit eru sera fegin um undirtøkuna. Nakrir næmingar eru farnir beinleiðis víðari í miðnám, og soleiðis fer altíð at verða. Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu næmingar eru fyri; tað er altíð summir, ið eru búnir at fara í miðnám, men tað eru eisini altíð summir, ið ikki eru. Tað skaðar ikki at taka eitt eykaár í fólkaskúlanum, á sama hátt sum tað eisini er skilagott ikki at fara í skúla ov tíðliga. Tíggjunda floksárið kann verða brúkt skilagott við at gerast dugnaligari í onkrum og samstundis búnari. At royna ymsar breytir gevur næmingunum eina ábending um, hvørja leið tey kunnu fara á í miðnámi og víðari á lívsleiðini. Nógvir næmingar eru ikki klárir til ein skúladag við nógvum skúlatingum, sum jú eyðkennir miðnám. Vit, sum hava lagt hetta tilboðið til rættis, halda, at 10. flokstilboðið eigur at líkjast eftirskúlatilboði.

Lesið samrøðu við Sonna Óla Djurhuus í Skúlablaðnum, sum júst er komið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni