Tíðindi
13.07.2016
Umleið 21 prosent siga, at tey hava verið fyri harðskapi, og 6 prosent siga, at tey hava verið fyri grovum harðskapi, so sum knýttum neva. Í eini kanning av sama slagi í 2007 søgdu 25 prosent, at tey hava verið fyri harðskapi og somuleiðis 6 prosent fyri grovum harðskapi.
– Tað er gleðiligt, at harðskapurin er minkaður úr 25 prosentum niður í 21 prosent. Meiri upplýsing, hugburðsherferðir og foreldrini sjálv hava æruna av, at støðan er frægari, sigur Svein Mossinge, ið er professari við Universitetið í Oslo.
Minkingin kemst fyri ein stóran part av, at tað eru færri møður, sum fremja harðskap móti børnum sínum (20 prosent) samanborið við harðskap framdur av pápanum (14 prosent). Sambært Mossinge kann orsøkin vera, at mammur vanliga hava dagligu umsorganina av børnunum.
Tað er lítil broyting í talinum á ungfólki, sum hava verið vitni til harðskap millum foreldrini, og sum hava verið fyri kynsligum ágangi uttan fyri familjuna.
Kelda: forskning.no