Tíðindi
03.09.2024
Øll tykjast samd um, at vit eiga at granska meiri í evnum, sum hoyra skúlaverðini til. Kortini sær tað út til at ganga stiltið at fáa veruliga ferð á granskingina innan námsfrøði og skúlaskap. Samanborið við granskingina á hinum deildunum á Fróðskaparsetrinum er væl minni gransking á Námsvísindadeildini. Kalpana Vijayavarathan-R, sum tók við sum dekanur í mai í ár, heldur tó, at ein broyting er hend seinastu fimm-sjey árini.
- Síðstu fimm-sjey árini er ferð komin á, ikki minst tá ið talan er um gransking, vit gera saman við øðrum uttanlands. Námsvísindadeildin hevur nýliga fingið meira tíð til granskingarleiðara, so hugsandi er, at tað kemur uppaftur størri ferð á granskingina. Hóast vit leggja upp til, at fleiri fara undir ph.d.-verkætlanir og aðrar ambisjøsar verkætlanir, so nýtist gransking ikki altíð at vera ein ph.d. ella stór verkætlan. Minni ella miðalstórar verkætlanir eru avgjørt gagnligar eisini, og tær kunnu vera byrjanin til eina størri verkætlan. Øll gransking ger mun, og bæði lærara- og námsfrøðingaøkini eru uppløgd til tað; tað síggja vit allastaðni rundan um okkum.
Kalpana Vijayavarathan-R vísir á, at eykavinningurin hjá undirvísarunum at brúka flokshølið og egna undirvísing sum støði undir gransking, um hon er stór ella lítil, er samspælið millum undirvísaran og tey lesandi. Hetta kann vera ógvuliga gagnligt fyri granskingina, eisini tá ið vit hava í huga, at tey lesandi, við at vera partur av hesum, fáa beinleiðis gagn av nýggjari vitan og kunnu føra hana víðari út í skúlan.
- Undirvísing og gransking eru samantvinnað, vit kunnu ikki tosa um undirvísing uttan gransking og øvut á universiteti. Gransking er um somu tíð eitt fevnandi orð; meginparturin av gransking í skúlaskapi og námsfrøði snýr seg um relatiónir millum fólk, sama um tú ert lærari ella námsfrøðingur. Tí er tað upplagt og sera gott, um undirvísarin brúkar flokshølið í síni gransking, tað er, at tú brúkar vitanina sum undirvísari upp á tað, sum tú sært í undirvísingini og síðan granskar tað nærri. Tað ger, at granskingin verður sjálvgrunandi verkætlan samstundis. Undirvísararnir kunnu saman við komandi lærarunum og námsfrøðingunum royna ymiskt, sum tey lesa um, av í tímunum, ikki minst fyri at fáa sjónarmiðini hjá øllum við. Á hendan hátt eru tey lesandi virkin í tilgongdini at koma fram til ymisk úrslit. Hetta er sjálvgrunandi gransking úr einum kritiskum sjónarhorni. Tey lesandi verða gjørd varug við nógvar ymiskar problematikkir.
Námsvísindadeildin er partur av ymiskum norðurlendskum kervissamstarvi. Hetta kervissamstarvið hevur stóran týdning fyri førleikamenningina hjá einum og hvørjum granskara, vísir Kalpana Vijayavarathan-R á.
- Í kervissamstarvi er vanliga verkstovur, skeið, ráðstevnur, seminar og annað; tú møtir fólki, sum arbeiða innan sama øki sum tú, og tú kanst samskifta um sama mál, á sama máli og fáa hugskot frá hvørjum øðrum til gagns fyri granskingina.
Ein av teimum verkætlanunum, sum Námsvísindadeildin er partur av, er ein norðurlendsk granskingarverkætlan, kallað NTI, ið stendur fyri New Teacher Induction. Hetta er ein ógvuliga spennandi verkætlan, sum hevur til endamáls at granska akkersfólkaskipanina. Søgan aftan fyri hesa verkætlanina er, at tað er minkandi áhugi fyri læraraútbúgvingunum í Norðurlondum; færri søkja um at sleppa at lesa til lærara í øllum Norðurlondum, eisini í Føroyum. Men tað, sum er øðrvísi í Føroyum samanborið við í hinum Norðurlondunum, er, at stórur partur av teimum, sum søkja inn á læraraútbúgvingina, hava rættiliga góð miðnámsskúlaprógv ella onnur prógv. Eitt annað, sum eisini ger seg galdandi í Føroyum, er, at fá gevast sum lærari stutt eftir lidna útbúgving. Tí vilja granskarar í Norðurlondum vita, hvat tað er, sum ger, at læraraútbúgvingin í Føroyum tiltalar lesandi við góðum prógvi, og hví færri gevast í lærarastarvinum. Føroya Lærarafelag er eisini partur av hesi verkætlanini.
- Tað er áhugavert, haldi eg, at fakfelagið er við í granskingarverkætlanini, tí tað er Lærarafelagið, sum kennir økið innanífrá og sum tekur ímóti lærarunum, tá ið vit hava slept teimum av Námsvísindadeildini. Eitt høvuðsmál við hesi verkætlanini er at finna út av, hvussu vit kunnu gera ein skipan, soleiðis at nýggir lærarar ikki fáa strongd og ikki fáa hug at gevast í starvinum eftir stutta tíð. Akkersfólkaskipanin, sum kom í gildi fyri nøkrum árum síðan, roynist ógvuliga væl. Hon hevur til endamáls at gera tað smidligari hjá nýggjum lærarum at byrja í lærarastarvinum. Tað fer ongantíð at bera til at kunna fyrireika fólk 100 prosent til lærarastarvið, men megna vit tað 65 prosent, so er væl vunnið.
Les alla samrøðuna við Kalpanu Vijayavarathan-R í Skúlablað nr 4, 2024.