Tíðindi

Úrslitini av landsroyndunum 2019 eru nú tøk

Tað ber ikki til at gera samanberingar millum úrslitini í 2019 og úrslitini árini frammanundan.

20.06.2019

Landsroyndin varð hildin í døgunum 29. og 30. apríl og 1. mai í 2019. 677 næmingar í 4. flokki og 647 næmingar í 6. flokki hava verið til landsroynd í 2019. Fyrsta royndardagin vóru ávísir tøkniligir trupulleikar, men veitarin megnaði tíbetur at loysa hesar trupulleikar. Eftir hetta gingu landsroyndirnar allar dagarnar uttan trupulleikar.

Tað ber ikki til at gera samanberingar millum úrslitini í 2019 og úrslitini árini frammanundan. Landsroyndin uppfyllir ikki fortreytirnar fyri at gera slíkar samanberingar, tí talan er um aðrar uppgávur og nýggja talgilda skipan.

Í frágreiðingini, sum er skrivað um landsroyndirnar, verður sagt, at landsroyndin í 2019 hevur sum heild eydnast væl. Í ár er fyrsta árið, at WISEflow-skipanin hevur verið nýtt í sambandi við landsroynd. Skúlar við framhaldsdeild kendu skipanina frá próvtøkunum í 9. og 10. flokki, og hinir skúlarnir høvdu ikki roynt skipanina áður. Hesir skúlarnir vórðu bodnir til skeið í skipanini sum liður í fyrireikingini av landsroyndarhaldinum. Allir skúlar fingu uppgávur at royna í skipanini. Hesar vóru tøkar frá februar til apríl mánað. Við støði í fyrireikingartilgongdini og fremjanini av landsroyndini kunnu vit staðfesta, at skúlarnir fara í holt við nýggjar tøkniligar uppgávur á jaligan hátt og hava fyrireikað næmingarnar til at kunna nýta skipanina. Afturboðanin frá skúlunum um WISEflow-skipanina hevur verið, at hon er einføld at nýta.

Skipanin ger tað munandi lættari at fáa hagtøl til vega um úrslit. Úrslitini skulu skúlaleiðslur og lærarar brúka í støðugu eftirmetingini av úrtøku næminganna, men úrslitini kunnu eisini verða brúkt av uppgávunevndunum at eftirmeta, menna og fjølltátta innihaldið í uppgávunum.

Tað er einki sum bendir á, at næmingarnir hava havt tøkniligar avbjóðingar í sambandi við landsroyndina. Eitt páhald, sum javnan verður ført fram, er, at næmingar í fólkaskúlanum ikki duga blindskrift. Hetta hevur sambært úrslitinum hjá næmingum í 4. flokki í staviførleika ikki darvað teirra avriki.

Sambært úrslitunum hava fleiri næmingar ikki havt trupulleikar at loysa uppgávurnar. Hetta er galdandi fyri allar tríggjar lærugreinirnar, undantikið støddfrøði í 6. flokki og lutvíst í málførleika í 6. flokki. Tað er týdningarmikið, at differentieringin í uppgávunum hevur eitt so breitt spenni, at allir næmingarnir fáa hóskandi avbjóðingar.

Samumtikið verður hildið, at leisturin, í sambandi við fyrireikingina og fremjanina av landsroyndini í 2019, hevur verið góður. Samstarvið og samskiftið við skúlarnar hevur víst okkum, hvussu týdningarmikil hesin parturin er at fáa tingini at glíða uttan stórvegis hóvasták.

Í ár er níggjunda ferð, at landsroynd er hildin í 4. og 6. flokki í fólkaskúlanum. Fyrsta landsroyndin var í 2008. Vegna tekniskar trupulleikar hevur landsroynd ikki verið hildin árini 2017 og 2018.

Til ber at lesa frágreiðingina her:

https://snar.fo/fileadmin/07_provstovan/PDF-skjol/fragreidingar/Fragreiding_fra_Landsroyndini_i_2019.pdf

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.