Tíðindi

Í nevndina og hvat so …

Mótvegis myndugleikunum mugu vit sjálvsagt halda fast við vunnin rættindi. Ikki minst egintíðin og ymiskir niðurskurðir skulu verjast. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

20.08.2021

Eftir nakrar áheitanir frá starvsfeløgum fyrst í apríl valdi eg at stilla upp til nevndina í Føroya Lærarafelag. Spennandi at royna, hugsaði eg, og hví ikki taka eitt tak fyri felagsskapin. Sum sagt, so gjørt.

Og álitisváttan fekk eg, má sigast. Heilt fitt av atkvøðum og kom sostatt inn. Stóra tøkk fyri tað, tit.

Men heldur skjótt máttu armarnir koma niður aftur, tí arbeiðið mátti byrja. Og tað eri eg so farin í holt við við opnum sinni og góðum treysti, væl vitandi, at ein má lurta, eygleiða og læra nógv, serliga her í byrjanini, fyri at koma inn í alt. Nógv at seta seg inn í og nógv at fyrihalda seg til.

At umboða allar limir felagsins og eisini hava samráðingarrætt teirra vegna er ein sera stór ábyrgd og má altíð takast í allar størsta álvara. Grundleggjandi má ein altíð taka støði í lógum felagsins, har tað m.a. stendur í §1: “Endamál FL er at røkja starvsligu, lønarligu og uppalingarligu áhugamálini hjá fólkaskúlalærarum í Føroyum”. So er sjálvsagt spurningurin, hvussu hetta verður framt í verki.

Yvirskipað tykist mær annars, at umstøðurnar eru góðar hjá nevndini. Ein fastan nevndardag um vikuna, sum vit fáa niðurskurð fyri í ársverkinum, umframt at formaðunin er í fullum starvi. Aðrar uppgávur koma so afturat. Tað er eisini neyðugt at hava hesar umstøður fyri at hava tíð, orku og hug at takast við slíkt arbeiði.   

Hvørjar tankar havi eg so gjørt mær um batar á fólkaskúlaøkinum, kundi ein spurt.

Her eru nakað av tí, ið fyrst kom mær til hugs.

Høvuðsuppgávan verður, sum altíð, støðugt at arbeiða fyri góðum arbeiðs- og lønarviðurskiftum. Altíð at vera á varðhaldi, um myndugleikarnir finna upp á eitthvørt, sum ikki hóvar okkum. Tá mugu vit tala at sakliga, og eisini harðliga um neyðugt, fyri at fáa sum frægast burturúr.

Skúlin má í tí dagliga skipast soleiðis, at vit brúka sum mest av tíð til næmingarnar og sum minst til alt annað. Vit skulu undirvísa sum mest og fyrisita sum minst.

Vit mugu fáa flokslæraraleiklutin hægri raðfestan og betri skipaðan. Vit eru helst øll samd um, at uppgávan við árunum er vaksin nógv og er vorðin nógv meira kompleks. Serliga er talið av næmingum við sálarligum og disiplinerum avbjóðingum vaksið. Flokslærarar føla seg nærmast sleptar upp á fjall, tí teir ikki fáa hóskiliga hjálp. Her má ein meira smidlig og helst skjótt virkandi skipan fáast av virka. Eitt tætt og vælvirkandi samstarv við serøkið og førleikastovuna er her altavgerandi. Og tímar mugu fylgja við. Eru næmingar, ið tørvar nógva eyka hjálp, mugu tímar oyramerkjast til viðkomandi. Tað kann ongantíð vera rætt at taka tímar frá øðrum, eitt nú lesiveikum og orðblindum.

Í fleiri skúlum er ikki er óvanligt við 25, 26 ella 27 næmingum í hvørjum flokki. Her má evstamark setast á; 24 kundi verið hóskiligt tal.

Mótvegis myndugleikunum mugu vit sjálvsagt halda fast við vunnin rættindi. Ikki minst egintíðin og ymiskir niðurskurðir skulu verjast.

Áðrenn vit fara til samráðingar komandi ár mugu vit sjálvsagt allýsa okkara ynski og raðfestingar við stórum umhugsni. Tí vit fáa ikki alt, vit ynskja.

Ein rímiligur lønarvøkstur eigur altíð at vera ein partur av sáttmálanum, so vit í minsta lagi halda reallønina. Síðstu árini hevur okkara lønarvøkstur ikki verið tann sami sum hjá eitt nú sjúkrarøktarfrøðingunum. Tað er teimum væl unt. Men vit mugu í minsta lagi halda lønarstøðið í mun til onnur.

Dømi um tíð og orku, vit ikki nýta rætt, er eitt nú at skriva undirvísingargongdir. Eg mæli tí til, at undirvísingargongdinar verða avtiknar. Í staðin kundi ein loysn verið gomlu pensumlistarnir, sum blivu sendir MMR til góðkenningar eftir givnum treytum.

Annað stórt og heldur trupult mál er tímatalvan hjá næmingunum. Hon er ov stór. Nógvir næmingar í hádeild hava næstan 40 undirvísingartímar um vikuna. Av tí sama eru fleiri teirra troyttir og stundum mótfalnir. Ov nógvir tvungnir tímar, og av tí sama kemur valskipanin ikki altíð til sín rætt. Samlaða tímatalið má lækkast, so ella so.

Um somu tíð eru eisini fleiri lærarar meira og minni sperdir av ov høgum tímatali. Serliga lærarar í mið- og grunddeild undirvísa ofta 27-28 tímar um vikuna. Ynskiliga loysnin átti at verið at lækkað tímarnar bæði hjá næmingunum og lærarunum. Eingin uppsagdur, sama løn og øll betur fyri.

So jú. Her er nóg mikið at tríva í. Um tað lukkast, fáa vit at síggja. Vit fara so at royna. 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.