Tíðindi

Í miðnámi blíva øll orðblind

Miðnámsskúlalærarar eiga at vita, at kravið um, at øll skulu hava miðnámsútbúgving er ein stór avbjóðing. Og fremsta uppgávan hjá fólkaskúlanum er framvegis ikki at hópframleiða grýtuklárar akademikarar.

23.04.2018

Í Degi og viku 9. mars í ár var kanning hjá Fólkaheilsuráðnum umrødd, allarhelst við støði í kunningarskrivi, sum ráðið sendi miðlunum í maimánaði í fjør.

Ikki tí, úrslitið í kanningin er at frøast um. Føroyar eru heimsins besta land at liva í, men tá ið tað snýr seg um útbúgving, so eru vit rættiligur eftirbátur.

Fyri útbúgving verða í kanningini trý parametur nýtt til at rokna samlaða indikatorin út. Fyrst, hvussu stórur prosentpartur av fólkinum hevur eina miðnámsútbúgving, síðan á hvørjum stigi landið er, tá ið tað ræður um PISA-úrslit, og at enda miðaltal fyri útbúgvingarár. Vit hava tøl fyri tey fyrru, men eingi fyri útbúgvingarár. Man kann spyrja hví?

Tá ið talan er um miðnámsútbúgving, eru vit á góðari leið. Roknað við ávísum frymli, er úrslitið 7,0. Tá ið tað snýr seg um PISA-úrslit, er verri, har enda vit á 5,2. Tá tað snýr seg um útbúgvingarár, hava vit, sum sagt, eingi tøl, og tí verða tølini 7,0 og 5,2 løgd saman og býtt við 2. Tað gevur 6,1, og tað er eitt vána úrslit. Vit eru nr. 28 av 40 londum. Ivaleyst hevur Fólkaheilsuráðið gjørt eftir bestu sannføring, men allarhelst vita tey ikki um stóra ivan, sum knýtir seg at at raðfesta lond eftir PISA-úrslitum.

Meira undranarvert er tað tó, at Fólkaheilsuráðið eftir øllum at døma eisini tekst við fíggjarfrøði. Tí, sum tey siga, so megna vit ikki at vera í topp 10: “Hetta, hóast vit samstundis eru millum tey lond, sum lutfalsliga brúka mest pengar upp á útbúgving.” Hvaðani kemur hetta uppáhaldið?

Okkara fólkaskúli hevur hægsta undirvísingartímatal í Norðurlondum, m.a. tí at vit umframt móðurmálið eisini læra danskt. Vit hava hægsta skúladagatal. Í meira enn helvtini av skúlunum ganga færri enn 100 næmingar. Tað er ein kostnaðartungur skúlabygnaður, sum lutvíst kemst av landafrøði, og lutvíst av tí, at vit ynskja, at so skal vera. Læraralønirnar eru um miðal samanborið við grannalondini, meðan føroyskir lærarar undirvísa størri part av samlaðu arbeiðstíðini enn lærarar í øðrum londum. So, at vit eru millum tey lond, sum lutfalsliga brúka mest pengar upp á útbúgving, tað er ein tillagaður sannleiki.

Men í D&V vita tey hyggjuráðini. Tey kalla teir obligatorisku miðnámsskúlalærararnar inn, sum, sum eftir bílegging, leggja dýran við, at fólkaskúlanæmingar duga ov lítið, tá ið tey koma í miðnám. Tað er sjálvandi at harmast um. Men miðnámsskúlalærarar vita og eiga at vita, at kravið um, at øll skulu hava miðnámsútbúgving er ein stór avbjóðing. Og fremsta uppgávan hjá fólkaskúlanum er framvegis ikki at hópframleiða grýtuklárar akademikarar. Eg eri samdur við læraran, sum sigur, at eitt sindur av heimsspeki er tiltrongt, men so er tað orðblindi. Allarhelst var alt sagt í bestu meining, men tú fekst aftur hesa ferð ta fatan, at fólkaskúlin ikki tekur orðblindi í álvara. Tað er beinleiðis skeivt og nógv fyri at hoyra, serliga hjá teimum lærarum, sum við lív og sál arbeiða á hesum øki. Hinvegin er tað satt, at fólkaskúlin als ikki hevur orku at røkka teimum orðblindu og lesiveiku næmingunum í nóg stóran mun.

Fyrstu orðblindalærararnir vóru útbúnir í 2011, men hesi fingu ikki ein tann einasta tíma til arbeiðið í fólkaskúlanum. Grundgevingin var, at tey vóru útbúgvin til at undirvísa vaksnum. Í 2015 vóru orðblindalærarar aftur útbúnir, og skúlaárið 2015/16 fekk fólkaskúlin á fyrsta sinni tillutaðar tímar til orðblindaøkið.

Tað er ikki so, at orðblindi og lesiveikir næmingar “poppa upp” í miðnámi. Økið hevur ikki verið og verður ikki raðfest nóg frammarlaga í fólkaskúlanum, hóast batar eru, og tað er ikki tann einstaki skúlin, men tann politiski myndugleikin, við játtanini á fíggjarlógini umvegis Mentamálaráðið, ið raðfestir.

Oddagrein eftir Herálv Jacobsen, formanni Føroya Lærarafelags, í Skúlablaðnum, sum kemur í dag.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.