Tíðindi

Í felag hjálpa vit nýggja læraranum

Arbeiðsuppgávurnar hjá læraranum eru nógvar og fjølbroyttar. Á læraraskúlanum verður man ikki fyrireikaður upp á alt, og tískil uppliva nógvir nýútbúnir lærarar ein skelk. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

02.08.2022

Umleið hálvan august hittast vit aftur, tá vit skulu í gongd við at leggja hond á seinastu fyrireikingarnar til komandi skúlaár. Vit eru øll spent at byrja eitt nýtt skúlaár.
Vit eru spent, men tað er ein annar bólkur av lærarum, sum er enn meir spentur. Hetta eru teir nýútbúnu lærararnar. Nú skulu teir út at royna seg í fólkaskúlanum. Tað er nú, at ástøðið verður flættað við tað verkliga. Læraraútbúgvingin hevur givið teimum lesandi nakrar praktiskar royndir í starvslærutíðini. Men starvslæran, sum tann lesandi fær, er sera lítil, samanborið til tað sum tann lesandi upplivir á arbeiðsmarknaðinum.

Fyrsta árið sum lærari er strævið, og eg ímyndi mær, at vit øll hava verið har, at vit hava sett spurnartekin við, hvør tað var røtt avgerð at nema sær læraraútbúgving. Hetta er ikki ein spurningur, sum skal svarast eftir eitt ár á arbeiðsmarknaðinum.

Arbeiðsuppgávurnar hjá læraranum eru nógvar og fjølbroyttar. Á læraraskúlanum verður man ikki fyrireikaður upp á alt, og tískil uppliva nógvir nýútbúnir lærarar ein skelk. Í Danmark førir skelkurin við sær, at nógvir lærarar missa mótið og steðga eftir stutta tíð á arbeiðsmarknaðinum. Tað verða sett krøv frá næmingum, foreldrum, starvsfeløgum, frá samfelagnum, og ikki minst setur man, sum nýútbúgvin lærari, sær sjálvum sera nógv krøv.

Tað hevur alstóran týdning, at vit sum royndir lærarar hjálpa, stuðla og eggja tí nýútbúna. Akkerskipanin er góð, og tað er gott at sparra. Men vit eiga øll at vera opin og ráðgevandi fyri nýútbúna læraran.

Ein avbjóðing sum nýútbúgvin lærari er, tá undirvísingin skal leggjast til rættis. Hvussu skal læringin fara fram, hvussu fær man tillagað undirvísingina til hvørt einstakt barn, megni eg at seta neyðugu mørkini, var tað góð undirvísing, sum fór fram. Hetta eru spurningar, sum lærarin setur sær sjálvum og viðhvørt roynir at svara sjálvur. Í slíkum støðum er tað sera týdningarmikið, at toymið, sum lærarin er í, og starvsfelagarnir, sum eru á skúlanum, hjálpa læraranum at finna svarini.

Eisini skal lærarin fyrstu ferð vera í foreldrasamstarvi. Hetta kann vera trupult, tí vit vita øll, at foreldrini hava sínar hugsanir um, hvussu undirvísing skal fara fram, hvussu tað sosiala eigur at vera skipað, og hava eisini aðrar viðmerkingar um tað, ið skúlin er og eigur at vera. Í starvslæruni upplivir lærarin ikki foreldrasamstarv og foreldrasamrøður. Tí kann tað skjótt blíva rúgvismikið og tykjast torført at hava grundgevingar fyri tí, sum verður gjørt. Vit hava aftur her skyldu at stuðla og vegleiða læraran, so hann fær eina góða uppliving av foreldrasamstarvi, eisini so foreldrasamstarvið framyvir skal vera gott.

Tað eru eisini aðrar truplar støður, sum man ikki hevur roynt fyrr. Eitt nú fráboðanir og fundir við sosialar myndugleikar um børn, sum hava tað torført í skúlanum.

Tá vit í august hittast aftur til ráðlegging, taka vit øll væl ímóti nýútbúnu lærarunum. Vit hjálpa, vegleiða og stuðla teimum, so teirra skiftið millum at vera læraralesandi og at vera lærari gerst so smidligt og gott sum til ber. Tað er, tá vit samstarva, hjálpa og stuðla hvørjum øðrum, at vit fáa ein góðan lærarahóp, og tá vit hava ein góðan lærarahóp, tá fáa vit góða undirvísing og ein góðan skúla.

Tit nýútbúnu lærarar – gleðið tykkum at koma út at starvast sum lærarar, og verið vælkomnir.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.