Tíðindi

Í dag seta vit sjóneykuna á fólkaskúlan

Fýra evni verða tikin fram á valfundinum um fólkaskúlan. Fundurin verður seinnapartin klokkan 15.15 í auluni á Námsvísindadeildini

01.12.2022

Fundurin verður skipaður í fýra umførum, og eitt umboð fyri hvønn flokk er við í hvørjum umfari. Byrjað verður við, at fyrireikararnir greiða frá, hví stig eru tikin til henda fundin. Flokkarnir verða presenteraðir eftir bókastavaraðnum.

Fyrsta umfar: Hetta siga valskráirnar hjá flokkunum um fólkaskúlan

2 minuttir til hvønn, síðani eru 10 minuttir til spurningar úr salinum og orðaskifti

Spurningur til allar flokkar:

Hvat siga tykkara aktuellu valskráir beinleiðis og óbeinleiðis um fólkaskúlan beint nú?

Annað umfar: Umstøðurnar hjá læraranum í fólkaskúlanum

1 minuttir til hvønn, síðani eru 10 minuttir til spurningar úr salinum og orðaskifti

Nógvir lærarar undirvísa einsamallir stórum flokkum við upp til 26 næmingum, har næmingar við serligum tørvi eisini eru. Lærarar úti á feltinum gera vart við, at tíðin verður smábýtt og røkkur rættiliga vist ikki til næmingin við heilt serligum tørvi.

Sagt verður, tá Lærarafelagið spyr, at flokslærarin nær ikki at røkja sítt arbeiði við teimum fundum og oyðubløðum, sum skulu útfyllast. Námsætlanin ásetur eisini niður í smálutir, hvat næmingurin skal náa. Lærarafelagið heldur, at lærarin, sum professionelt veit, hvat gagnar næminginum best, missir sítt frælsi at laga undirvísingina.

Spurningur til allar flokkar:

Hvat halda tit um hesa íkomnu støðuna hjá læraranum í dagsins skúla, og hvat vilja tit gera við hesa álvarsligu støðu, um tit koma til valdið?

Triðja umfar: Læraraútbúgvingin og eftirútbúgvingar av lærarum

1 minuttir til hvønn, síðani eru 10 minuttir til spurningar úr salinum og orðaskifti

Grundin undir ein góðum fólkaskúla eru vælútbúnir lærarar. Næstan allir lærarar eru útbúnir í ella undir okkara egnu læraraútbúgving. Kravið um servitan er økt, tí tørvurin er vaksin. Tí mugu vit eisini hava góðar eftirútbúgvingar til lærarar. Lærarafelagið heldur, at eftirútbúgvingin er forsømd. Okkum tørvar eftirútbúnar lærarar á øllum økjum.

Spurningur til allar flokkar:

Spyrja vit tykkum politikarar sum fakfólk, lærarar, hvat halda tit so um týdningin av læraraútbúgvingini og eftirútbúgvingin av læraranum í dagsins samfelag? Hvat vilja tit gera við hetta vitala øki, koma tit til eftir valið?

Fjórða umfar: Hin góði skúlin, har lærarar og næmingar trívast

2 minuttir til hvønn, síðani eru 10 minuttir til spurningar úr salinum og orðaskifti

Vit halda, at grundin undir tí góða skúlanum eru góðir lærarar. Sum einasta Norðurland hava vit enn nóg mikið at útbúnum lærarum, sum vilja arbeiða í fólkaskúlanum. Og enn hava vit nóg nógvar umsóknir til læraraútbúgvingina.

Øll hini londini fáa ikki útbúnar lærarar til størvini og hava færri umsóknir til læraralestur, enn tað eru lestrarpláss.

Spurningur til allar flokkar:

Hvussu hugsa tit, at vit framhaldandi skipa hin góða skúlan, har vit í framtíðini hava nóg mikið av lærarum, sum eisini fara at trívast saman við næmingunum í skúlanum?

Tey, sum taka lut í pallborðinum, eru hesi: 

A - Beinir Johannesen, Rógvi Egilstoft, antin Mona Breckmann Wescott ella Bárður á Lakjuni

B - Magnus Rasmussen, Hanna Ovadóttir og Anita Heinesen

C - Jóhannis Joensen, Birna Heinesen og Terji Beder

D - Suni á Dalbø

E - Høgni Hoydal, Anita á Fríðriksmørk og Jón Kragesten

F - Hanna Jensen

H - Rani Andrasson Skaalum

Birgir Kruse verður orðstýrari.

Byrjað og endað verður við sangi.

Tað eru , sum eru Føroya Lærarafelag, Námsvísindadeildini og Heim & Skúli, sum skipa fyri fundinum.

AVLUX skipar bestu umstøður til ljóð og upptøku. Fundurin verður stroymdur á: https://www.youtube.com/watch?v=V1eR_NvMhQE

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.