Tíðindi

Í dag eru landsroyndir

Í dag er fjórði flokkur í roynd í føroyskum og sætti flokkur í náttúru og tøkni, í morgin er fjórði flokkur uppi í støddfrøði og náttúru og tøkni og sætti flokkur í støddfrøði, og mikudagin er sætti flokkur í roynd í føroyskum.

29.04.2019

Seinastu 11 árini hava næmingar verið til landsroynd í trimum lærugreinum, undantikið í fjør, tí tøkniligu trupulleikarnir árið fyri vóru so stórir, at gjørt varð av at steðga við teimum og síðan at leggja eitt ár burtur ímillum, til trupulleikarnir vóru loystir. Avbjóðingarnar við landsroyndunum hava verið so stórar, at landsstýriskvinnan, sum tá sat, legði uppskot fyri tingið um at taka tær av, eisini av teirri orsøk, at ivi er um, hvat gagnvirði er í teimum; endaliga niðurstøðan var tó, at løgtingið ynskir at halda fram við landsroyndunum.

Próvstovan, sum tekur sær av landsroyndunum, upplýsti fyri Skúlablaðnum í februar, at framhaldsskúlar í eina tíð hava havt próvtøkur í WISEflow, og tað hevur gingið væl. Tí verður landsroyndin flutt yvir í somu skipan.

Á heimasíðuni hjá Próvstovuni fæst kunning um landsroyndirnar, eitt nú hvørjar leiðreglur gera seg galdandi. Har verður sagt, at skúlaleiðarin skal eftirkanna, at allar teldur virka, sum tær skulu. Allir næmingar skulu vera í FSG og hava atgongd til Wiseflow. Hetta verður gjørt við at rita inn á roynd.skulin.fo við office brúkaranum og velja Wiseflow flísina. Fyri at tryggja sær at royndarhaldið eydnast væl, er best, um allir næmingar hava loyst uppgávur í Wiseflow í góðari tíð áðrenn royndarhaldið. Skúlarnir hava fingið atgongd til uppgávur í Wiseflow, sum í innihaldi og vavi eru á sama støði, sum landsroyndirnar nú í vár. Skúlarnir skipa sjálvir, hvussu hesar royndir verða nýttar.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni