Tíðindi

Ætlar landsstýrismaðurin fólkaskúlanum størri játtan?

Á tingfundi í dag verða skrivligir fyrispurningar eftir grein 52 í tingskipanini svaraðir. Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, hevur sett landsstýrismanninum við skúlamálum spurning um játtanina til fólkaskúlan.

07.09.2022

Løgtingsmaðurin spyr:

1. Ætlar landsstýrismaðurin at biðja um játtan, sum krevst til at reka vikartímakvoturnar og m.a. kravið um dupultlæraraskipan í ítrótti í fólkaskúlanum?

2. Ætlar landsstýrismaðurin at endurskoða heildartímajáttanina til fólkaskúlan, sum ikki er endurskoðað í áratíggju?

Í viðmerking til spurningin vísir løgtingsmaðurin til samrøðu á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum, har landsstýrismaðurin hartar skúlar og starvsfólk skúlans fyri at nýta miðfirraðar tímar til tvílæraraskipan í m.a. ítrótti.

- Landsstýrismaðurin vísir í útsøgn síni á, at miðfirraðir tímar ikki skulu nýtast til annað enn tað, teir eru ætlaðir til. Tað er m.a. at hjálpa næmingum, sum hava serligar avbjóðingar í dagligu skúlagongdini. Tá krøvini frá myndugleikunum eru, at tað m.a. skulu vera tveir svimjilærarar til ein flokk oman fyri 15 næmingar, og at 2 % av samlaðu heildartímajáttanini til skúlan skal vera vikartímapulja, kann tað vera ein avbjóðing, at miðfirraðu tímarnir ikki skulu brúkast til hetta. Í dag eru dømi um, at skúlar noyðast at brúka hesar tímar til m.a. vikartímar, tí annars er trupult at reka skúla eftir lógini. Heildartímajáttanin hevur ikki verið endurskoðað í áratíggju. Um miðfirraðir tímar ikki skulu nýtast til annað, enn teir eru ætlaðir, er ein møguleiki at hækka heildartímajáttanina.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.