Tíðindi

Ætlanirnar á fólkaskúlaøkinum ov lítið framsøknar

- Skulu vit fáa ein betri skúla, sum tað verður sagt, so má samsvar verða millum tað, vit ynskja og vænta, og tað tilfeingi, sum er til at taka. Hyggja vit at frágreiðingini, sum er gjørd um fólkaskúlan, er ringt at fáa eyga á, hvussu hetta skal lata seg gera, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

12.12.2018

Í Føroya Lærarafelag fegnast tey um, at Mentamálaráðið setur fólkaskúlan á breddan við at skipa aðalorðaskifti á tingi um fólkaskúlan, og at tey hava latið gera eina frágreiðing um fólkaskúlan undan aðalorðaskiftinum. Tá ið tað er sagt, so harmast formaður Føroya Lærarafelags um, at frágreiðingin ikki er nóg framsøkin og visjóner, og somuleiðis at nøkur øki ikki verða umrødd í frágreiðingini.

- Frágreiðingin er ein góð kunning um fólkaskúlan, og somuleiðis er tað gott, at fólkaskúlin verður viðgjørdur í aðalorðaskifti. Økini, sum verða umrødd í frágreiðingini, verða viðgjørd rímiliga væl, men í høvuðsheitum er frágreiðingin ógvuliga lítið framsøkin, hon snýr seg meiri um karmar og minni um innihald, og tú hevur ikki lisið leingi, tá ið tú varnast, at tað í stóran mun snýr seg um at spara pengar. Avbjóðingin hjá Mentamálaráðnum er at fáa tepru játtanins til fólkaskúlan at røkka. Longu í fororðunum verður sagt, at vit skulu hava ein betri skúla innan somu karmar; tað er ógvuliga lítið framsøkið og avmarkar tað, sum veruliga kann gera mun. Her eru ongar visjónir, sum siga nakað um, hvussu vit kunnu ímynda okkum framtíðar fólkaskúlan, sigur Herálvur Jacobsen.

Síðan frágreiðingin var løgd fram, hevur nógv kjak verið um, hvussu langt skúlaárið og langir skúladagarnir skulu vera.

- Allir lærarar eru ikki samdir í, at skúladagurin er ov langur; nógvir lærarar í innskúlingini siga, at økta tímtalið kemur væl við og er kærkomið, og lærarar í hádeildini, serliga teir sum hava próvtøkulærugreinir, kæra sína neyð um, at teir hava ov fáar tímar til alt tað, teir skulu røkka sambært námsætlanunum. Í óðum verkum bara at stytta skúladagin er ikki nøkur loysn, sigur Herálvur Jacobsen, sum tó heldur, at tað er skilagott at endurskoða lærugreinabýtið.

At leggja 10. flokseindir saman tekur formaður Føroya Lærarafelags undir við.

- Tað gevur lítla meining at hava 10. flokk fyri bara fáum næmingum, og tað er heldur ikki í samsvari við 10. Floks-tankan. Tað ber ikki til at skipa ein fjølbroyttan 10. flokk við fáum næmingum. Á sama hátt er heldur eingin námsfrøðilig grundgeving, sum talar fyri, at vit skulu hava skúla við 1-3 næmingum; at fólk á staðnum vilja varðveita skúlan, skilji eg, men eg rokni við, at við tíðini verða hesir skúlarnir lagdir niður, tí foreldur nú á døgum ynskja nakað annað fyri børn síni.

Eitt av økjunum, ið als ikki verður nevnt í frágreiðingini um fólkaskúlan, er skúlabókasavnsøkið. Tað undrar Herálv Jacobsen.

- Eg skilji ikki, at hetta økið ikki verður tikið upp í frágreiðingina, tá ið kanning nýliga hevur staðfest, at børn í Føroyum lesa ov lítið í frítíðini. Tá ið úrslitið av lesivanakanningini varð lagt fram, høvdu nógv á orði, at tað er umráðandi at styrkja skúlabókasavnsøkið. Kanska er tað gloymt, tí tað kostar pengar at raðfesta skúlabókasavnsøkið hægri.

Eitt annað øki, sum lættliga verður farið um í frágreiðingini, er kunningartøkni í fólkaskúlanum.

- Tosað verður um kt til skráseting og sum samskiftismiðil millum heim og skúla. Lítið verður sagt um kt í undirvísingarhøpi og einki um “talgilt dannilsi”. Í frágreiðingini verður tosað um arbeiðstíðaravtalunan hjá kt-vørðunum sum ein forðing fyri nýggjari kt-varðaútbúgving, og so um tvídráttin millum land og kommunur, hvør skal rinda fyri røkt av kt-útbúnaðinum. Sannleikin er, at kt-varðaøkið ongan góðan hevur havt í nógv ár, og at fólkaskúlin er eftirbátur, tá tað kemur til útbúgving av kt-vørðum og lærarum annars.
Mær vitandi eru samráðingarnar millum land og kommunur ongan veg komnar, so at siga, at ein loysn er í eygsjón, er ikki í samsvari við veruleikan. Tað er ein vanlukkulig støða, at kt-økið ikki verður hægri raðfest. Tað er so sera umráðandi, at næmingar læra talgilt dannilsi og at bera seg skynsamt at á netinum. Somuleiðis at lærarar verða útbúnir at undirvísa við og í talgildu miðlunum; tað er óskiljandi, at útbúgvingar í slíkum ikki eru settar á stovn fyri langari tíð síðan. Tað einasta, sum Mentamálaráðið eftir øllum at døma hugsar um, tá ið talan er um kt í fólkaskúlanum, er, at tey vilja ikki gjalda fyri, at lærarar røkja teldur.

Tað eru 12 ár síðan aðalorðaskifti seinast var um fólkaskúlan; aðalorðaskiftið hesa ferð var í einum positivum anda, heldur Herálvur Jacobsen.

- Vit hoyrdu fleiri góðar framløgur og áhugaverd sjónarmið; nógv vóru væl fyrireikað, onnur minni væl, og sumt var meiri hugarensl enn verulig viðgerð av økinum. Tað verður áhugavert at síggja, hvat fer at koma burturúr; eg rokni í hvussu er við, at vit fara at síggja smærri dagføringar. Vónandi verða tær broytingarnar, ið ætlanin er at gera, gjørdar í samstarvi við Lærarafelagið, lærarar og skúlaleiðarar, soleiðis at vit kunnu koma til nakrar skilagóðar loysnir.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.