Stabbamynd greinar

Átøkini hava munað

06.12.2016

Ikki fyrr enn nú í PISA-kanningini frá 2015 ber til at siga, um tiltøkini, sum komu í kjalarvørrinum á kanningini í 2006, hava munað, tí nústani hava tey, sum m.a. fingu eyka lesi- og støddfrøðitímar, tikið lut í PISA, og sigast kann, at bæði í lesing og støddfrøði tykjast átøkini, sum eru gjørd at betra um lesi- og støddfrøðiførleikan, at hava gjørt mun. Átøkini í lesing og støddfrøði tykjast tó ikki at hava munað náttúruvísindaliga førleikanum. So statt eru tað nú í 2015 serliga náttúruvísindi, sum hála føroyska miðaltalið niðureftir. Miðal fyri PISA 2015 í náttúruvísindum eru 493 stig, so Føroyar liggja 46 PISA stig niðanfyri miðal. Hetta svarar til meiri enn eitt skúlaársverk.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.