Tíðindi

Átøk í kjalarvørrinum á PISA muna

At undirvísindarskipanin hevur megnað at lyfta niðasta bólkin er ítøkiligt tekin um, at átøk muna.

04.12.2019

Vilja vit hava betri úrslit í PISA-kanningunum, má arbeiðast við hugburðinum til PISA-kanningarnar hjá almenningi, skúlum, lærarum, foreldrum og næmingum; tað stendur at lesa sum tað fyrsta aftanlaga í PISA-frágreiðingini undir tilmæli. Her verður sagt, at kunning og miðling um PISA, bæði undan og eftir eina kanning, er av sera stórum týdningi. Støðug kunning um PISA gerst best við at arbeiða víðari við og granska í teimum nógvu tølunum og upplýsingunum, sum PISA-kanningarnar hava givið, eftir at Føroyar á fyrsta sinni tóku lut í PISA í 2006.

Tað, at næmingar sýna heldur líkasælan hugburð til PISA-kanningina, kann standast av, at tey ikki kenna nakran ognarlut í úrslitunum, tí tey eru bert miðaltøl fyri allar Føroyar. Spurningurin er, um hugburðurin hevði verið øðrvísi, um skúlarnir fingu síni egnu tøl.

Tey, ið hava arbeitt við PISA-kanningini, mæla til, at tað verður farið undir at greina PISA-úrslitini víðari og geva út bæði lættlesiligar frágreiðingar og vísindaligar greinar.

Evni, sum fjøltáttað og vísindaliga staðfest og eftirkannað tilfar finst um, eru m.a.:
• Kyn, trivnaður og sosiobúskaparlig viðurskifti • KT førleikar, kt-litterasi, lesi-litterasi og nummerasi
• Fakligir førleikar hjá lærarunum, praksis og eftirmetingar
• Námsætlanir, praksis og eftirmetingar
• Próvtøku- og landsroyndarspurningar

Við støði í úrslitunum frá PISA-kanningini í 2018 eru hesi tilmæli til litterasiøkið í lesing. At:
• seta á stovn vitanardepil fyri lesing

• fáa neyvari ásetingar um krøv til hugleiðing, abstraktión, kritiska kelduhandfaring og talgilda lesing í námsætlanina fyri føroyskt

• seta próvtøkuuppgávur við hægri abstraktión, sjálvstøðugari støðutakan og kritiskari keldu- handfaring grundaðar á fjølsamansettar talgildar fleirkeldutekstir, sum eisini svara til hægstu stigini í PISA-kanningini

• styrkja føroyskt sum amboðslærugrein í dagstovna- og skúlaskipanini

Skulu føroysku PISA-úrslitini innan náttúruvísindi til komandi kanning í 2021 og frameftir gerast betri, er neyðugt, at skúlarnir fáa atgongd til tilfar og uppgávur, sum eru á hóskandi torleikastigi til at menna næmingarnar í hádeild at hugsa ikki bert í ítøkiligum svarum, men eisini um avleidd fyribrigdi og um fyrimunir og vansar við ymsum náttúruvísindaligum háttaløgum. At røkka hesum málum verður mælt til hesi tiltøk:

• dagført undirvísingartilfar, bæði bøkur, starvs- stovuútgerð og kunningartøkni

• eftirútbúgving av lærarum innan alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði, jarðfrøði/landafrøði

•  náttúruvísindalig vegleiðaraútbúgving

• læraraútbúgving til náttúruvísindaligu fakini

Tá ið talan er um støddfrøði, verður mælt til:

• at næmingar menna høpisbundna fatan í staðin fyri amboðsfatan av støddfrøði

• at næmingar arbeiða meiri við umseting millum ymiskar representatiónir av sama støddfrøðiliga luti

• at næmingar arbeiða meiri við skilvísari støddfrøðiligari hugsan

Spennandi verður at frætta nærri um, hvørji átøk verða sett í verk í kjalarvørrinum á nýggjasta úrslitinum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.