Tíðindi/Greinar

18.09.2019

Ársætlan og virksemisætlan hanga saman

Hálvan septembur á hvørjum ári skulu lærarar senda leiðslum ársætlanir. Ársætlanin er tað skjalið, har lærarin skrivar tað virksemið, hann eftir ætlan hevur hetta skúlaárið. Ætlanir verða gjørdar í øllum fakum og eisini fyri flokkarnar. Jona Højsted, nevndarlimur Føroyar Lærarafelags, skrivar

Hóast lærarin skal hava lagt eina ætlan fyri arbeiðið, hann hugsar sær hetta skúlaárið, so eru tað langt frá allir lærarar, ið hava fingið sína virksemisætlan. Hetta viðførir, at lærarin skal leggja eina ætlan um, hvat hann skal gera, uttan at vita, hvussu nógva tíð hann fær til uppgávuna.

Eitt nú veit lærarin ikki, hvørja tíð hann fær til foreldrasamstarv, eftirmeting og ráðlegging, seturskúla og tiltøk saman við næmingunum. Hjá lærarum við serútbúgvingum kann virksemisætlanin eisini hava ávirkan á arbeiðsætlanina, tí tímajáttanin hevur ávirkan á, hvørja ætlan serlærarin kann leggja. Tað er ómøguligt at leggja eina ætlan, tá tú ikki veitst, hvørja tíð tú hevur til at útinna arbeiðið.

Skal tað gerast møguligt at gera eina nágreiniliga ársætlan, so er neyðugt, at virksemisætlanin er tøk, og at lærarin hevur tosað við leiðsluna um tað virksemið, ið verður væntað av honum.

Tíverri hoyra vit ofta í Lærarafelagnum, at virksemisætlanir ikki verða gjørdar í samstarvi við læraran, men at hetta í stóran mun eru skjøl, ið leiðslan fyllir út og útflýggjar lærarum uttan stórvegis samskifti, hóast hetta samstarvið er lógarfest.

Seinasta árið hava vit sæð broytingar í skrásetingunum í virksemisætlanum. Tað verða skrásettir alt færri tímar til ráðlegging og eftirmeting, samstundis sum roynt verður at klípa av í smáum. Døgurðasteðgurin hevur verið fyri skotum seinasta árið. Døgurðasteðgurin er tann tíðin, ið verður skrásett, tá lærarar undirvísa bæði fyrrapart og seinnapart. Um lærari hevur glopp í tímatalvu ella ikki undirvísir fyrr enn 4. tíma, so eigur hetta ikki at hava ávirkan á skrásetingina.

Alt fleiri lærarar vísa á, at teir undirvísa meira, uttan at hetta sæst aftur í virksemisætlanini. Um vit einans hyggja at botnlinjuni í virksemisætlanini, og ikki hyggja at, hvørjar broytingar eru, so kann tað sýnast sum meiri arbeiði sama løn. Okkara arbeiðstíð eitur 1800 tímar. Um vit eitt árið hava havt tíð til tiltøk saman við næmingum, ráðlegging ella annað, og hetta virksemið er minkað ella er burtur, so er tað tí, at leiðslan ikki metir, at tú skalt gera hetta arbeiðið í ár. Tað hevur alstóran týdning, at lærarar og leiðslur tosa um virksemisætlanina. Tí um lærarin ikki veit, hvat leiðslan hugsar, hann skal arbeiða við, og hvørja tíð hann fær til hetta arbeiðið, kann hetta skapa ørkymlan hjá læraranum. Um hann samstundis hevur kensluna av at arbeiða meira fyri tað sama, kann hetta eisini skapa óneyðuga ónøgd.

Best hevði verið um tímajáttanin til komandi skúlaár var skúlunum so mikið tíðliga í hendi, at ætlanir fyri komandi skúlaár vóru klárar, áðrenn farið var í summarfrí. Tað hevði verið gleðiligt, um ráðleggingararbeiði skúlans kundi verið so mikið væl skipað, at tímajáttan, virksemis- og ársætlanir kundu blivið til eina samanhangandi eind.

Hóast seina játtan og nógv arbeiði, so eigur leiðslan saman við læraranum at ráðleggja virksemi lærarans komandi skúlaár. Vónandi gerast alt fleiri leiðslur greiðar yvir týdningin av hesum arbeiði.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan