Tíðindi

Ársins Vitanarfróðu 2021

Granskingarráðið bjóðar øllum næmingum at vera við í granskarakappingini Ársins Vitanarfróðu.

25.01.2021

Hava tit hug at vera við, mugu tit byrja at hugsa um evni at granska og fyrireika tykkum. Freistin at senda tilfar inn til kappingina er 23. apríl 2021. Tilfarið skal sendast inn við telduposti til gransking@gransking.fo 

Krøv

Tit mugu arbeiða saman sum flokkur ella í minsta lagi 5 næmingar. Tit kunnu granska okkurt, sum undrar tykkum. Nýtið arbeiðsháttin hjá Vitanarfróða og Vitanarfróðu. Skrivið eina frágreiðing um tykkara gransking og sendið okkum hana.

Tit kunnu granska tað, tit hava hug til og í øllum fakum. 

Les meira um kappingina: https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/arsins-vitanarfrodu/arsins-vitanarfrodu-2021/

Vinningar

Allir flokkar, sum luttaka, fáa prógv fyri, at teir hava verið við.

Flokkurin, sum vinnur kappingina, fær virðisløn á 5000 kr., heiðurin at nevna seg Ársins Vitanarfróðu og vitjan av einum granskara.

Íblástur frá Nysgjerrigper

Ársins Vitanarfróðu er skipað eftir leisti hjá Nysgjerrigper í Noregi. Granskingarráðið  hevur gjørt skipanina einfaldari og lagað hana til føroysk viðurskifti. 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.