Tíðindi

Álitisfólkaval í næstum

Í mars skulu 31 lærarar veljast í álitisfólkaskipanina hjá Føroya Lærarafelag.

19.02.2021

Val til álitisfólkaskipanina hjá Føroya Lærarafelag er annaðhvørt ár í mars. Tá skulu 31 fólk veljast. Lærarar bjóða seg fram, og eru fleiri um boðið, verður atkvøtt. Valið fer fram í hvørjum skúla sær. Lærarar, sum bjóða seg fram, skulu hava sítt høvuðsstarvstað á staðnum, tey eru vald og hava verið í starvi í minsta lagi eitt ár.

Føroya Lærarafelag hevur seinastu nógvu árini gjørt nógv við at skúla álitisfólkini til uppgávuna at vera álitisfólk.

- Áhugin at gerast álitisfólk er nøkulunda, størri onkrastaðni enn aðrastaðni, men tað er ikki stór útskifting, og tað er eru fyrimunir við tí. Álitisfólkini fáa tíð til  álitisfólkaarbeiði. Tímatalið er eitt grundtímatal á 24 pluss 1,5 faldað við læraratalið í skúlanum, tú umboðar. Harumframt fáa álitisfólk frí frá skúlanum tveir dagar um árið, tá ið skeið er.

Álitisfólkið í skúlanum er forlongdi armurin hjá Lærarafelagnum. Tað er rættiliga ymiskt, hvussu nógv álitisfólkið hevur at gera, og hvussu strævið tað er.

- Álitisfólkið kann hava nógv og eisini lítið at gera, tað veldst um, hvussu viðurskiftini á arbeiðsplássinum eru, og hvussu samstarvið millum lærarahópin og leiðsluna er. Vit vita, at arbeiðstíðin hjá lærarum er undir trýsti, og tí hava álitisfólkini í dag samanborið við fyri fáum árum síðan meiri at gera. At arbeiðstíðin er undir trýsti, sæst í virksemisætlanini og á undirvísingartíðini. Hóast álitisfólkið er forlongdi armurin hjá Lærarafelagnum, so er tað ikki mótparturin hjá leiðsluni á staðnum. Um leiðslan virðir uppgávuna hjá álitisfólkinum, stuðlar tað væl undir arbeiðsumhvørvið í skúlanum. Uppgávan er lýst í álitisfólkaavtaluni, “at álitisfólkið skal eins og leiðslan syrgja fyri best møguligum samstarvi og góðum arbeiðsviðurskiftum”. Har tað er gott samstarv við skúlaleiðsluna, kann álitisfólkið virka fyri góðum arbeiðsumstøðum hjá limunum; sjálvsagt krevur tað, at allir partar virða uppgávuna og hvør annan. Tað er ikki meiningin, at álitisfólkið bara verður eftirspurt, tá ið trupul mál ella trupulleikar eru, ella bara renna á dyrnar hjá skúlaleiðaranum, tá ið okkurt er at fílast á. Henda mentan við samstarvi millum álitisfólkið og skúlaleiðaran er ikki á øllum skúlum, og vit í Lærarafelagnum kunnu taka á okkum, at vit eiga at kunna leiðslurnar og álitisfólkini betur um, hvønn týdning og hvørjar uppgávur álitisfólkið hevur á arbeiðsplássinum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.