Tíðindi

Álitisfólkaskipanin

Tá ið lærararáðið varð avtikið, mistu lærarar ein pall, og tað er eitt afturstig, tá ið hugsað verður um ávirkan, ognarskap og týdningin av orðaskifti.

09.06.2017


Álitisfólkaskipanin hjá Føroya Lærarafelag er staðfest í viðtøkum felagsins. Har stendur soleiðis: “Til álitisfólk og varaálitisfólk kunnu veljast limir í Føroya Lærarafelag, sum hava sítt høvuðsstarv á staðnum, tey eru vald, og sum hava verið í starvi í minst eitt ár. Valið er í marsmánaði stakár”. Álitisfólkaval varð hildið í marsmánaði í ár.

Tað eru 42 fólkaskúlar um landið. Stórur munur er á næmingatalinum í skúlunum. Í minsta skúlanum er ein næmingur, og í størsta skúlanum ganga hetta skúlaárið 775 næmingar. Miðalnæmingatalið er 164. Læraratalið í skúlunum er samsvarandi, úr einum upp í 77 lærarar.

Álitis- og varaálitisfólk verða vald í 30 skúlum ella økjum, tí smærru skúlarnir verða lagdir saman í álitisfólkaøki ella saman við størri skúla. Álitisfólkini eru rættiliga støðug, og summi hava verið álitisfólk leingi. Hesa ferð vórðu 3 álitisfólk nývald, hini vórðu øll afturvald, hinvegin vórðu 12 nýggj varaálitisfólk vald.

At røkja uppgávuna fær álitisfólkið ávíst tímatal sett av í virksemisætlanini. Tímatalið er tongt at læraratalinum í skúlanum ella økinum. Álitisfólkið hevur rætt til farloyvi við løn tveir dagar um árið til skeið, fundir ella annað yrkisfelagsvirksemi. Eisini eru serligar treytir fyri uppsøgn galdandi fyri álitisfólk.

Umframt at vera ásett í viðtøkum felagsins, so er reglugerð gjørd fyri virkið hjá álitisfólkunum. Reglugerðin er ikki ein einvegis áseting hjá felagnum, men ein avtala, sum Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið sínámillum hava góðtikið. Seinasta álitisfólkaavtalan varð undirskrivað í august í 2004.  

Fremsta uppgávan hjá álitisfólkinum er at vera bindilið millum Lærarafelagið og starvsfólkini í avvarðandi skúla ella skúlaøki. Álitisfólkið ger felagið sjónligt millum limirnar og hevur, saman við felagsnevndini, ábyrgd av, at kunning og fráboðanir frá felagnum koma út til limirnar. Tað kann vera á innanhýsis neti, við uppsløgum ella at mál verða tikin upp á fundi.

Fyri 20 árum síðan varð broyting framd í fólkaskúlalógini, so at ásetingin um lærararáð varð strikað, og í staðin skuldu skúlar skipa námsfrøðiligt ráð. Talan var ikki bara um at broyta heitið á ráðnum. Heimildirnar, sum lærararáðið hevði, fullu í stóran mun burtur, og hugburðurin aftan fyri námsfrøðiliga ráðið var ein heilt annar enn hugsanin við lærararáðnum. Lærararáðið valdi formann millum lærararnar og hevði í ávísan mun heimildir at samtykkja mál, sum leiðslan skuldi fremja. Í námsfrøðiliga ráðnum er skúlastjórin formaður, og um ringast vil til, so eru fundirnir í námsfrøðiliga ráðnum einvegis kunning heldur enn tað demokratiska forum, sum lærararáðið var.

Tá ið lærararáðið varð avtikið, mistu lærarar ein pall, og tað er eitt afturstig, tá iá hugsað verður um ávirkan, ognarskap og týdningin av orðaskifti. Álitisfólkaskipanin kann tó bøta um hetta tómrúmið, tí sambært álitisfólkaskipanini hevur álitisfólkið nakrar uppgávur, sum vit eftir øllum at døma ikki geva okkum so nógv far um. M.a., at álitisfólkið saman við leiðsluni hevur ábyrgd av, at limirnir verða kunnaðir og tiknir við í ráðum um mál, ið viðvíkja arbeiðsplássinum. Og at álitisfólkið hevur rætt og skyldu til at leggja fyri skúlans leiðslu uppskot, áheitanir og klagur frá limunum, og kann taka upp samráðingar við leiðslu skúlans um innanhýsis viðurskifti.

Í felagnum hava vit varhugan av, at tørvur er á einum meira samskipaðum samstarvi millum skúlaleiðslur og álitisfólkini. Alt ov ofta hava lærarar kenslu av, at broytingar koma úr leysum lofti, og at starvsfólkini ikki verða hoyrd. Hetta er eitt mál, sum Lærarafelagið fer at taka upp, m.a. í orðaskifti við skúlaleiðslurnar.

Oddagrein eftir Herálv Jacobsen, formann Føroya Lærarafelags, í Skúlablaðnum, sum júst er komið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.