Tíðindi

Á ferð við næmingum

Trivnaður, fakligheit, stuttleiki og persónlig menning í hásæti. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

26.09.2022

Í síðstu viku vóru vit, í Skúlanum á Fløtum, í Íslandi við 9. flokki. Talan var um túrin við Norrønu, sum fer av Havnini mánadag kl. 13. Kemur so á Seyðisfjørðin tíðliga týsmorgun, har hon so liggur 35 tímar. Siglir so aftur seint mikukvøld og er aftur á Havnini hósdag kl. 16. T.v.s., at vit vóru tveir heilar dagar í landi í Íslandi.

Vit vóru 6 lærarar við 91 næmingum úr fýra flokkum. Fýra næmingar komu ikki við av ymiskum orsøkum. At fara avstað við so nógvum sprelskum, spentum og ymiskum 15 ára gomlum er sjálvsagt ein avbjóðing og stór ábyrgd, men tað er ein spennandi og gevandi avbjóðing og ábygd, tí tú fært so nógv aftur.

Á slíkari ferð kemur nógv til sjóndar, sum tú ikki hevur varnast fyrr við fleiri næmingum. Ja, tú verður nærmast tikin á bóli. Og tað allar mesta er positivt. Tað er eins og næmingarnir endiliga sleppa úr eini spennitroyggju og út í lívið at royna seg av. Royna sínar veingir og tað ger teir spentar, ágrýtnar og glaðar. Tað er eins og trivnaður, fakligheit, stuttleiki og persónlig menning ganga upp í eina hægri eind. Nakað tú ov sjáldan sært í tí dagliga, har næmingar ofta eru troyttir og hava ov nógv at gera. Ikki minst er gott at síggja, hvussu teir veikaru næmingarnir mennast, trívast og ofta finna nýggj vinarløg. Ja, fleiri koma meira og minni burtur úr einseminum, sum nógvir næmingar dragast við í dag.

Hetta, at næmingar stundum eru troyttir og mótfalnir, hava vit lærarar partvís sjálvir skyldina av, tí vit koyra ov nógv á tey. Um somu tíð, sum vit grýta stílar og skaldsøgur í høvdið á næmingunum í einum faki, gloyma vit, at teir eisini hava tíggju onnur fak, har eisini heimaarbeiði verður givið. Her mugu vit taka í egnan barm og dosera serliga heimaarbeiðið betur. Men tað er eitt annað kjak.

Vit høvdu tveir bussar við út Føroyar, so lætt var at koma runt. Fyrra dagin koyrdu vit til Mývatn, har vit svumu og hugnaðu okkum sum best í svávurkenda, heita kelduvatninum, ið skal vera heilsugott. Busstúrurin vardi einar tríggjar tímar hvønn vegin, men tað var eingin trupulleiki, tí næmingarnir hugnaðu sær óført við góðum sangi og spæli. Umframt, at vit gjørdu steðgir her og har, eitt nú sóu vit Dymmuborgir, sum er eitt stórt gandakent øki av kola- svartari lava. Tað er eins og at ganga ímillum ørgrynnu av yvirvaksnum trøllum. Eisini áhugavert at síggja eystursíðina av Íslandi. Fyrr tað mesta totalt oyðið. Ikki av ongum, at amerikumenn vandu har, áðrenn teir fóru upp á mánan á sinni. Júst tí var tað serstakt og áhugavert. Seinna dagin vitjaðu við Reyðafjørðin, har stórt alminiumsvirki og innandura fótbóltshøll er. Eisini gingu vit góðan túr niðan á Hangifoss umframt at vitja Egilstaðir. Væleydnað alt samalt. Sigast skal tó eisini, at vit vóru beista heppin við veðrinum. Vit svóvu og ótu umborð á Norrønu. Tað riggaði stak væl, hóast nakað av levind og gangi var onkra nátt. Tíbetur vóru tey einsamøll niðri í couchettunum og órógvaðu tí bert hvønn annan. Náttarfriður verður helst altíð ein avbjóðing á slíkum túri. Men í heila tikið var tænastan umborð stak góð, ikki minst maturin. Næmingarnir hugnaðu sær í heitum pottum, biografi, svimjihyli, fótbóltspæli og annars runt um á skipinum. Eitt av hæddarpunktunum umborð var, tá skiparin beyð okkum upp á brúnna, har hann greiddi okkum frá tí nautiska. Vit kunnu siga, at vit fingu nógv fyri peningin, vit høvdu jú fingið gott tilboð frá Smyril Line frammanundan.

Næmingarnir komu glaðir og troyttir í land hósdagin. Eitt gott og mennandi tiltak fyri øll var at enda komið.  


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.