Tíðindi

Á Eiði legst aftrat

Eiðis skúli fevnir um forskúla, vanligan skúla og frítíðarskúla. Her eru 70 næmingar og átta lærarar. Í hesi stórfingnu bygdini búgva 630 fólk, í kommununi umleið 700. Kommunan fevnir um Eiði, Ljósá og Svínáir. Markið suðureftir er tann í skúlahøpi so nógv umrødda Sunda kommuna

08.06.2017

Í skúlanum á Eiði eru tey sum alla aðrastaðni í landinum í ferð við at fyrireika eitt nýtt skúlaár. Nakrir nýggir lærarar koma aftrat, og tað eru tey sjálvandi spent uppá.

- Men tað koma eisini nýggir næmingar, og tað gleðiliga er, at tað nú eru eiðisfólk, sum vóru farin burtur í lond, og kanska fyri nøkrum árum síðan ikki høvdu komið aftur, sum nú koma aftur og hava smábørn við sær, sigur Tom Joensen, fyrstilærari á Eiði.

Hann sigur, at tað kunnu vera ymsar grundir til, hví tey hava avrátt at koma aftur. Tað má vera onkur grund til, at tey nú koma aftur til Eiðis.

- Og eg billi mær inn, at tað er tí, at tey halda, at tað er liviligt, og at tað ber til at skapa sær eitt gott lív her norðuri, sigur fyrstilærarin.

Jú, tey flestu av hesum ungu, ið fóru burtur í onnur lond, hava búð hjá foreldrunum, og koma tey aftur – sum veruleikin er – so útvega tey sær íbúð. Tey fáa sær eitt heim. Fyri bara 10 árum síðan komu tær ungu genturnar, sum rýmdu ella fluttu uttanlands at búgva, ikki heimaftur. Tí var Eiðisbygd í einum niðurgangandi spirali. Tá ið næmingatalið var minst, var tað heilt niðri á 52. Tá ið tað var størst um túsundáraskiftið, var tað 98, beint niðanfyri 100 næmingar. Nú er tað uppi á 70 aftur, men til hetta er at siga, at uppií teimum 70 eru eisini forskúlanæmingar (forskúli er á Eiði). So vóru tað bara vanligir skúlanæmingar, vóru tey ikki meira enn 60.

- Tað tekur øgiliga langa tíð at koma uppaftur í næmingatali, men tað kvinkar tann rætta vegin, sigur Tom Joensen nøgdur.

Fyrstilærarin á Eiði er bjartskygdur, og hann heldur seg hava grund til at vera bjartskygdur. Umstøðurnar heldur hann vera frálíkar.

- Og eg sum leiðari kann eisini siga, at eg havi góð starvsfólk. Tey støðast væl. Tey trívast, og tað gera næmingarnir eisini. Vit halda, at her stendur væl til. Pílurin peikar tann rætta vegin. So huglagið er gott. Her ein positivur stemningur.

Tey kunnu saktans vera fegin um umstøðurnar hjá skúlanum á Eiði. Ítróttarhøll eftir altjóða standard er bygd uppí skúlan, og rundan um sjálvan skúlabygningin er víður skúlagarður. Er veðrið ringt, sum sjálvandi henda kann, so hava tey alla ítróttarhøllina at vera í.

Annars er kravt í skúlanum á Eiði er, at skal næmingurin av onkrari grund hava fartelefon við í skúla, skal telefonin vera sløkt og liggja í skúlataskuni, og flokslærarin skal hava boð um hetta, og ráðini til foreldrini eru, at børnini læra at brúka alnetið og fartelefonina, so tey kunnu hjálpa barninum at brúka tey rætt.


Myndin:

Tom Joensen, fyrstilærari á Eiði, er fegin um, at tað nú eru eiðisfólk, sum vóru farin burtur í lond, koma aftur og hava smábørn við sær

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.