Tíðindi

Yvirskipaðar leiðreglur er einasta gongd leið

- Tað er á ongan hátt nóg gott ella nøktandi, at einstaki lærarin, sum verður sjúkrameldaður av strongd, skal noyðast við situatiónsfornemmilsið og vitanarstøðið hjá einstaka skúlaleiðaranum, tá ið trupulleikar eru. Einasta gongda leið er yvirskipaðar leiðreglur og mannagongdir, sigur Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

17.06.2020

Tað kann tykjast løgið, at tað í so lítlan mun sæst aftur í arbeiðinum hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, at lærarar verða sjúkrameldingar av strongd, tá ið vit vita, at lærarar javnan venda sær til Føroya Lærarafelag við fyrispurningum og spurningum í kjalarvørrinum á sjúkramelding av strongd, ov stórari arbeiðsbyrðu og vánaligum arbeiðsumhvørvi. Arbeiðs- og brunaeftirlitið fær heldur ikki nógvar spurningar yvirhøvur frá skúlum, sum snúgva seg um sálarliga arbeiðsumhvørvið. Leivur Person heldur, at orsøkin er, at okkum vantar eina felags fatan av trupulleikanum, og hvørjar skyldur í grundini liggja á arbeiðsgevaranum.

- Tá ið starvsfólk verða sjúkrameldað av strongd og øðrum, sum er orsakað av arbeiðsumhvørvinum, so hava tey skyldu at boða Arbeiðs- og brunaeftirlitinum frá. Fólkaskúlin er eitt stórt arbeiðspláss við umleið 40 skúlum; tað tænir ongum endamáli, at hvør skúli í sínum lag hevur sín egna politikk og mannagongdir, sum fata um arbeiðsumhvørvið. Tað hevði verið hóskandi, um Undirvísingarstýrið sum evsti myndugleikin hjá skúlunum ger nakrar felags vegleiðingar og ein felags politikk, sum skúlarnir skulu halda seg til. Tað átti til dømis at verið ein felags politikkur um strongd, um harðskap og hóttanir, um happing og framvegis. Tað er á ongan hátt nóg gott ella nøktandi, at einstaki lærarin skal noyðast við situatiónsfornemmilsið og vitanarstøðið hjá einstaka skúlaleiðaranum, tá ið trupulleikar eru. Einasta gongda leið er yvirskipaðar leiðreglur og mannagongdir.

Leivur Persson vísir til almannaverkið, sum eins og fólkaskúlin eisini er eitt stórt og spjatt arbeiðspláss. Fyri nøkrum árum síðan gjørdi evsta leiðslan í almannaverkinum av at raðfesta arbeiðið at gera yvirskipaðan politikk, tá ið umræður øll viðurskifti, til dømis felags trygdarpolitikk, harðskapspolitikk, sálarligan umhvørvispolitikk og so framvegis.

- Tað loysir ikki allar trupulleikar, men tað ger, at man veit, hvat eigur at verða gjørt og av hvørjum, tá ið ella um trupulleikar eru. Ikki minst hvar ábyrgdin og skyldurnar liggja.

Les samrøðu við Leiv Persson í Skúlablað nr 3, sum júst er komið.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.