Tíðindi

Yrkisligur relatiónsførleiki

Ókeypis fyrilestur um yrkisligan relatiónsførleika (professionel relatiónskompetence) í Býráðshøllini í Klaksvík

03.11.2017

Vit høvdu ikki funnið okkum í, at vit fóru til lækna og tann, sum viðgjørdi okkum, var ein nýklakt pisa, sum júst hevði fingið studentsprógv, ella at vit settu okkum í samband við advokatin og hittu 18 ára gomlu dóttrina hjá grannanum, sum var vikar fyri advokatin, sum var heima við influensu.

Dømini vísa, at í nøkrum størvum er tað óhugsandi, at onnur enn tey yrkislærdu loysa arbeiðsuppgávurnar. Hetta sama ger seg ikki galdandi í námsfrøðiliga sektorinum. Fleiri nýklaktar pisur hava tjent sínar fyrstu krónur í barnagørðum og sum vikarur í skúlum. Hetta bendir á, at vit sum samfelag hava viðurkent, at námsfrøðiligu uppgávurnar ikki neyðturviliga skulu loysast av fakfólki, sum hava eina servitan á økinum. Tað týdningarmiklasta er, at viðkomandi dámar børn. Tíbetur eru tað eisini kommunur og stovnar, sum í dag velja at arbeiða miðvíst við at menna námsfrøðiliga DNA-ið. 

Ein háttur er at útbúgva fólkini, sum skulu loysa hesar uppgávur, og skúla tey við neyðugu professionellu relatiónsførleikunum. Anne Linder hevur í mong ár staðið fyri ICDP-útbúgvingini (professionel relationskompetence).  Í løtuni hevur hon eitt skeið við føroyingum, sum taka útbúgvingina, og væntandi fer eitt nýtt skeið í samstarv við www.grit.fo í gongd eftir jól. 20. novembur 2017 hevur hon ókeypis fyrilestur um ICDP í Býráðshøllini í Klaksvík frá klokkan 19-21:30. Hóast tiltakið er ókeypis, er neyðugt er at melda seg til; meldið til á grit@grit.fo

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.