Tíðindi

Yrkisheiti mugu vera eintýðug og neyv

Tað eru góðar grundgevingar fyri, hví føroysku hugtøkini í støddfrøði eru broytt í útgávunum hjá Námi. Tað sigur Sigfríður S. Sólsker, útgávuleiðari í Námi

26.01.2021

Ert tú vanur at undirvísa í Sigma og Skygni, mást tú venja teg við nýggju heitini, sum eru í bókaheildini Rokning. Sum skilst á summum lærarum kann tað ørkymla, at heitini ikki eru tey somu í teimum nýggju roknibókunum sum teimum gomlu. Spyrja vit útgávuleiðaran í Námi, Sigfríð S. Sólsker, hví Nám hevur valt at broyta heitini, so eru góðar grundgevingar fyri tí.

- Summi av heitunum, sum verða brúkt í teimum eldru roknibókunum, eru ikki rætt týdd til føroyskt, onnur eru ikki nóg neyv. Summi heiti, sum hava verið brúkt, hava ymiskar merkingar, og tað er ikki nóg gott. Eitt yrkisheiti, sum verður týtt til føroyskt, má hava somu merking sum í málinum, tað verður týtt úr. Summi føroysk heiti í teimum gomlu bókunum, sum eru týdd, hava ikki fest seg eftir at verið í bókunum í nógv ár, og tey hava vit lúkað úr. Hinvegin hava vit valt at varðveita yrkisheiti á føroyskum, sum hava fest seg, og sum rigga, eru eintýðug og neyv og kunnu brúkast í øllum støddfrøðiligum samanhangi. Summi heiti hava eisini avleidd orð, og summi orð víðkast við avleiddum orðum, so hvørt torleikastigið veksur. Nøkur orð kunnu merkja ymiskt og eisini líkjast ov nógv øðrum, og tað er ikki heppið. Tí hevur tað samanlagt verið ein stór upprudding, tá ið vit hava gjørt av, hvørji orð og heiti vit brúka í nýggju bókaheildini. Rættiliga nógv av heitunum í Rokning verða brúkt í Handbókini í støddfrøði, sum hevur nøkur ár á baki. Tað hevur verið umráðandi fyri okkum at fyribyrgja, at tað kemur bland í heitini, og tað hevur eisini verið týdningarmikið, at vit brúka somu heiti í øllum útgávum úr forskúla og allan vegin upp í skúlaskipanini.

Tað var í 2013, at Nám fór undir arbeiðið at geva út nýggja bókaheild í rokning, sum eitur Rokning. Byrjað var við bók til forskúla; komið er so mikið langt við bókadeildini, at bókin til 7. flokk kemur út í summar; partar av teirri bókini eru til sum i-bøkur. Áðrenn hetta arbeiðið fór í gongd, var arbeiðsbólkur settur at endurskoða yrkisheitini, sum verða brúka í bókaheildini; í arbeiðsbólkinum vóru tveir lærarar og tveir støddfrøðingar. Sigfríður S. Sólsker ásannar, at heldur ikki fakfólk eru altíð samd um, hvussu heitini eiga at vera.

- Tað eru nógv fyrilit at hava, og tí verða vit onkuntíð noydd at skera ígjøgnum. Tá ið málfólk og støddfrøðifólk ikki eru samd, hava vit mangan valt at taka tað, sum støddfrøðifólkini siga. Vit skilja ikki millum føroyskt og óføroyskt; føroyskt er tey orðini, vit brúka, so hóast støddfrøðifólk hava fingið sítt við, eru tey føroysk. Tá ið støddfrøðiheitini upprunaliga vóru týdd, vistu vit av góðum grundum ikki, hvussu talgild undirvísaramboð fóru at verða brúkt, og hvussu stóran týdning internetið fór at hava. Fyri at kunna brúka støddfrøðimálið betur og í einum størri høpi enn í eini skúlastovu, hava vit verið noydd at tillagað summi heiti.

Sigfríður S. Sólsker hevur ikki fingið afturmeldingar frá lærarum um, at næmingar ikki skilja heitini, sum verða brúkt í bókaheildini Rokning.

- Sjálvsagt kann tað vera ørkymlandi hjá lærarum at venja seg við nýggj heiti, men eg havi ikki skilt, at hetta er ein stórur trupulleiki. Hjá teimum, sum fara undir bókaheildina Rokning í forskúla og brúka hana uppeftir, er eingin trupulleiki; onkur skúli brúkar báðar bókaheildirnar Rokning og Skygni í eini tilgongd, men teir eru fáir, og flestu brúka bara ta nýggju. Um nøkur fá ár er øll bókaheildin komin út, og tá rokni eg við, at øll hava vant seg við heitini. Vit hava ongar ætlanir um at broyta tey aftur.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.