Tíðindi

Yngstu næmingarnir hava havt minst samband við læraran í tíðini við fjarundirvísing

Ein nýggj, norsk spurnakanning millum foreldur hjá skúlanæmingum vísir, at stórur munur er á, hvussu nógv samband næmingarnir hava havt við lærara sín í korunutíðini

29. mai 2020

– Meðan ein stórur meiriluti av næmingunum í miðnámi hevur samskift við lærararnar fleiri ferðir um dagin, hevur bara ein triðingur av næmingunum í yngru árgangunum í fólkaskúlanum havt samband við læraran eina ferð um vikuna ella sjáldnari, sigur Astrid Roe, granskari. Saman við Marte Blikstad-Balas og Kirsti Klette við Universitetið í Oslo og Cecilie Pedersen Dalland við OsloMet hevur Roe gjørt eina spurnakanning millum 4500 foreldur. Øll foreldrini hava havt heimaundirvísing við børnum sínum, meðan skúlin hevur verið stongdur vegna korunufarsóttina. Kanningin vísir stórar munir, tá ið talan er um samband við læraran, men eisini tá ið talan er um krav at møta upp og í hvussu stóran mun skúlar nýta talgildar miðlar.

Eitt sindur meiri enn helmingurin, 54 prosent, av næmingunum í yngstu skúlaárunum hava havt samband við læraran 2-3 ferðir um dagin um vikuna ella sjáldnari. 71 prosent av næmingunum í miðnámi hava havt samband við læraran í minsta lagi eina ferð um dagin.  

Summi av foreldrunum, sum hava tikið lut í kanningini, hava børn bæði í fólkaskúla og miðnámi, og tey siga, at eldru børnini hava havt nógv tættari samband og samskifti við læraran enn yngru børnini. Hetta kann, sambært granskarunum, hanga saman við kravinum um møtiskyldu. Vanliga rita næmingarnir seg inn ávísa tíð hvønn morgun. Ikki øll siga frá, at tey hava ritað seg inn. Á miðnámi hava tríggir av fýra næmingum havt slíka møtiskyldu, meðan tað í miðdeild eru tveir av trimum næmingum. Millum yngstu næmingarnar hevur tað bara verið krav hjá einum triðingi at rita seg inn ávísa tíð. Hjá 27 prosent av næmingunum var tað nóg mikið at lata uppgávur inn, meðan tað hjá 23 prosentum ikki hevur verið krav um møtiskyldu ella annað.

– Eg eri ovfarin av, at minni enn helmingurin av yngstu næmingunum hevur verið í sambandi við lærarar sínar hvønn dag; hesir næmingarnir hava heldur ikki skulað víst lærarunum, at tey gera skúlaarbeiði yvirhøvur, sigur Astrid Roe.

– Ein av fýra av yngstu næmingunum hava als ikki skulað víst, at teir hava verið til staðar í heimaundirvísingini yvirhøvur, sigur Astrid Roe.

Tað kemur ikki fram í kanningini, í hvønn mun lærararnir hava roynt at fingið samband við næmingarnar uttan at tað hevur eydnast.

Talgilding av undirvísingini hevur verið upp til hvønn einstakan lærara, eisini áðrenn korunutíðina, sigur Marte Blikstad-Balas, professari. Tað kemur ikki óvart á hana, at tað hevur verið misjavnt, hvussu skúlar og lærarar hava verið fyri at skipa talgilda undirvísing.

– Granskingin hevur leingi víst á, at skúlar eru ógvuliga ymiskt fyri, tá ið talan er um at talgilda – og eisini hvussu talgild undirvísing fer fram. Somuleiðis er tað eisini ymiskt, hvussu lærararnir innanhýsis í ymsu skúlunum eru fyri, tá ið talan er um at brúka talgildar miðlar.

– Fjarundirvísingin kom óvart á øll og var ein ókend støða hjá nógvum, og tí verður hetta loyst á ymsan hátt, sigur Blikstad-Balas.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.