Tíðindi

Víðfevndi Lítliskúli

Lítliskúli – gamli Adventistaskúlin – í Havn fevnir so víða sum um forskúla, frítíðarskúla og frískúla við til samans 43 næmingum, átta lærarum og námsfrøðingum og tveimum húsum í landsins størstu kommunu við sínum umleið 21.000 borgarum

19.04.2018

Lítliskúli er sjálvsognarstovnur í Tórshavnar kommunu. Ein áhugabólkur, sum umboðaði fólkaskúlalærarar, musikklærarar, listafólk, námsfrøðingar og foreldur í Havn, stovnaði skúlan í 2016. Jón Sonni Jensen umboðar listatoymið hjá skúlanum, og Guðrun Sólja Jacobsen skipar tónleikatoymið.

   Jenny Winther Poulsen, lærari og skúlaleiðari, fortelur, at hugskotið kom áðrenn, tey yvirtóku skúlan, og tað kom aftaná, at Adventistaskúlin gavst. Ein stuðulsbólkur við nógvum fakfólkum skipaði seg soleiðis, at lærarar, námsfrøðingar, listafólk og tónleikarar settu seg saman at arbeiða við hesi stóru ætlanini. Adventistaskúlin varð til ein møguleika, tí at skúlin hevði staðið til sølu. Stuðulsbólkurin ætlaði ikki at keypa skúlan beinanvegin. Tí fóru tey undir at planleggja at leiga skúlan. Tey gjørdu eina góða avtalu við adventistasamkomuna um at leiga bygningarnar, so at bólkurin eigur ikki skúlan.

   Tað gongur væl við Lítlaskúla, sum nú gongur á øðrum skúlaári. Í roynd og veru er tað eitt stýri, mannað við starvsfólki, foreldrum, býráðsumboðan og lærarum, ið rekur skúlan. Frískúlalógin sigur, at slíkur skúli skal vera sjálvsognarstovnur, og tað vil siga, at stýrið er evsti myndugleiki hjá øllum starvsliðnum.

   - Hetta er ein frískúli, men vit hava ikki roynt hetta fyrr, tí vit hava eisini frítíðarskúla og forskúla, sum eru kommunalir, og frískúlin er privatur, tó at hann skal fylgja fólkaskúlalógini, sigur Jenny Winther Poulsen.

   Altso, frískúlin skal fylgja teimum námsætlanum, sum eru. Frávikið er, at frískúlin fær fríari ræsur at skipa seg øðrvísi enn fólkaskúlin við undirvísingini.

   Lítliskúli er skipaður við forskúla og upp til 7. flokk, men her er eingin 7. flokkur enn, tí skúlin er so nýggjur. Her er forskúli og upp til 4. flokk sum nú er. Tey byrjaðu við forskúla, og so var 1., 2. og 3. flokkur saman. Tey taka inn úr forskúlanum, og tað veksur líðandi upp í 7. flokk.

   Í Lítlaskúla ganga í løtuni 13 børn í forskúla, 12 eru í 1. flokki, og 18 ganga í 2., 3. og 4. flokki, sum eru saman í einum bólki í felags høli. 3. og 4. flokkur hava danskt og enskt umframt tær vanligu lærugreinirnar í innskúlingini.

   Lítliskúli er ein populerur skúli, ið trákkast verður eftir. Børn eru uppskrivað til at koma í henda skúlan fram til 2022, so fólk eru sera áhugað.

   Tá ið frískúli verður stovnaður, fær hann 85 prosent av fíggingini frá landinum til læraralønir. Annars verður hann rikin við foreldragjaldi, sum er 15 prosent av rakstrinum. Skúlin skal annars sjálvur syrgja fyri innbúgvi og bókum, men í tí sambandi hevur Lítliskúli verið heppin, tí tey komu í ein skúla við bæði innbúgvi og bókum, tí ikki øllum bókum, men skúlin hevur strembað eftir at endurnýta neyðugt tilfar.

   Frítíðarskúlin hjá Lítlaskúla er opin fyri øllum børnunum í skúlanum. Her eru børnini nógv úti og spæla og brúka sínar kreativu førleikar, og tey eta eisini úti, sjálvandi um veðrið loyvir tí.

   Ja, og tey hava morgunsang í Lítlaskúla.

Myndin:

Tað dagliga starvsliðið í Lítlaskúla fevnir bara um kvinnur. Hesar fimm eru frá vinstru, Jenny Winther Poulsen, lærari og leiðari, Gunvør Hofgaard, lærari og varðaleiðari, Gunnvá Mohr, lærari, Katrin Bjarnadóttir, námsfrøðingur í forskúlanum og Guðrun Horn, námsfrøðingur í frítíðarskúlanum

  Tekstur og mynd: Sonne Smith    


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.