Tíðindi

Viðurskifti rundan um linjulærugreinirnar á læraraútbúgvingini ónøktandi

- Vit kunnu spyrja, um tað er ein náttúrulóg, at eitt skeið skal enda, áðrenn eitt nýtt verður stovnað, og at læraralesandi ikki kunnu savna seg um til dømis alisfrøði og lívfrøði samstundis? Tað er betri fyri fatanina av yrkinum, at læraralesandi hava fleiri evni í senn, heldur formaður Føroya Lærarafelags

09.11.2020

Eftir at læraraútbúgvingin var umskipað í 2008, hava læraralesandi fingið møguleikan at velja linjulestur í evnum, so sum sernámsfrøði, innskúling og leiðslu. Formaður Føroya Lærarafelags hevur ilt við at síggja tað skilagóða í hesum. Hann heldur, at útbúgvingin í staðin átti at verið soleiðis, at allir lærarar hava eitt sindur meiri um sernámsfrøði í øðrum skeiðum; tað hevði tryggjað, at allir lærarar fáa betri innlit í sernámsfrøði samanborið við nú, har læraralesandi hava ov lítið um sernámsfrøði.

- Lærarar, sum fara at starvast á sernámsfrøðiliga økinum, eiga at hava eina læraraútbúgving, áðrenn tey fáa serkunnleika í sernámsfrøði. Hetta kann gerast við at taka eina ískoytisútbúgving ella serútbúgving oman á læraraútbúgvingina, eftir at tú hevur gjørt tær nakrar royndir í lærarayrkinum. Tað er ikki fyrr enn tú hevur nakrar royndir sum lærari, at tú kennir aftur nøkur eyðkenni ella viðurskifti, ið hava við sernámsfrøði at gera. Læraralesandi hava ikki somu grund at standa á í lestrinum samanborið ein útbúnan lærara við royndum, og tí fáa teir ikki tað sama burturúr við at lesa sernámsfrøði sum linjulestur í læraraútbúgvingini.

Tá ið talan er um undirvísingarførleikarnar hjá teimum, sum undirvísa læraralesandi í linjulestri, so er skipanin ov veik, tí tað mangla undirvísarar í føstum starvi, og tað er ov tilvildarligt, hvønn mann kann finna at røkja ta uppgávuna, heldur hann.

- Tað hevur stóran týdning, at tað alla tíðina verður bygt oman á tað, sum hevur verið fyri í undirvísing, umframt at undirvísararnir kenna skeiðini og mentanina á staðnum væl og virðiliga.

Tað undrar formannin í Lærarafelagnum, at læraralesandi sum er bara kunnu taka eitt skeið í senn, og at so stórur partur av útbúgvingini verður lagdur á sjálvlestur.

- Vit kunnu spyrja, um tað er ein náttúrulóg, at eitt skeið skal enda, áðrenn eitt nýtt verður stovnað, og at læraralesandi ikki kunnu savna seg um til dømis alisfrøði og lívfrøði samstundis? Tað er betri fyri fatanina av yrkinum, at læraralesandi hava fleiri evni í senn, tí at lærarayrkið er altíð at hava fleiri bóltar í luftini í senn. Skipanin er eisini soleiðis, at hon ikki í nóg stóran mun raðfestir, at tey, sum undirvísa læraralesandi, hava fólkaskúlaútbúgving og royndir í fólkaskúlanum sum grundførleikar; í staðin raðfestir skipanin akademiskan førleika framum, sum ikki altíð hevur fyrilit fyri útbúgvingini og yrkinum. Tað hevur tær avleiðingar við sær, at undirvísingin á Námsvísindadeildini ikki í nóg stóran mun leggur upp fyri gerandisdegnum í fólkaskúlanum. Eisini er sjálvlestur ein ov stórur partur. Í gomlu læraraútbúgvingini hevði tann læraralesandi møtiskyldu og eina tímatalvu, sum rakk yvir 5 dagar um vikuna fyrstu árini; hann skuldi taka lut í nógvum kjaki, og á tann hátt mentist førleikin at samskifta. Sum læraralesandi minnist eg nógv kjak um ymiskt; fólk høvdu ymisk sjónarmið, løgdu dent á ymiskt, høvdu ymiska tilgongd til ymisk mál, og mangan undraðist eg. Hesi kjakini hava so ómetaliga stóran týdningin í menningini at gerast lærari. Alt tað, sum hevur við samskifti at gera, er ov lítil partur av læraraútbúgvingini í dag; læraralesandi møta tvær, onkuntíð tríggjar ferðir um vikuna til undirvísing, og ein ov stórur partur er sjálvlestur. At sita fyri teg sjálvan og lesa ger teg ikki neyðturviliga dugnaligan í at samskifta og skilja hugsanir hjá øðrum, rætt og slætt tí, at tú samskiftir ikki í sama mun, og tú møtir ikki øðrum hugsanum at boksast við og at halda upp ímóti tínum egnu. Sjálvlestur brýnir teg ikki á sama hátt, tí tú tulkar tað, tú lesur, mestsum bara inn í tínar egnu fatanir. Eftir at útbúgvingin var løgd um í 2008, er hesin týðandi parturin, at lesandi brýnast at samspæli og samskifti við onnur lesandi, vorðin alt ov veikur.

Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2020.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.