Tíðindi

Við egnum ryggsekki

Randi Jacobsen og Helga Andreasen, orðblindalærararnir hjá Sankta Frans skúla í Havn, arbeiða fram ímóti, at næmingarnir í orðblindaflokkinum í skúlanum kunnu hava sín egna ryggsekk við teldu og øðrum neyðugum amboðum og undirvísingartilfari og hava hann heim við sær sum part av teirra skúlatasku

23.05.2017

Sankta Frans skúli fekk tveir lærarar í skúlanum at fáa sær útbúgving sum orðblindalærarar á Námi, og lærararnir, Randi Jacobsen og Helga Andreasen, vórðu avlærdir summarið í 2015. Haraftrat hevur Helga tikið lesivegleiðaraútbúgving. Mentamálaráðið hevði sett útbúgvingarnar á stovn.

Skúlin er í samstarvi við Mentamálaráðið farin undir sítt orðblindatilboð til skúlanæmingar í Tórshavnar kommunu við tímunum, sum Mentamálaráðið hevur játtað til endamálið, og undirvísingaramboðunum, sum Tórshavnar kommuna hevur játtað til orðblindaflokkin.

Randi og Helga undirvísa fimm tímar um dagin tveir dagar um vikuna í stovuni, tey rópa Orðblindastovan. Næmingarnir eru burturav í Orðblindastovuni mánadag og hósdag, og tá ið undirvísingin er liðug, fáa næmingarnir frí.

Skúlin hevur annars bjóðað lesitarnaðum næmingum úr øðrum skúlum í kommununi upp í orðblindaflokkin. Tað er gjørt, eftir at tann innbodni næmingurin hevur tikið orðblindaroyndina og hevur váttan frá sínum skúla um, at orðblindi er avbjóðingin.

Higartil hava tveir skúlar svarað innbjóðingini frá Sankta Frans skúla og spurt, hvussu undirvísingin er skipað, og Helga hevur fingið ein fyrispurning. Men skúlin hevur ikki fingið tilmeldingina enn.

Tey, sum ætla sær í orðblindaflokkin næsta skúlaár, skulu ganga í 3. 4. ella 5. flokki. Tað er tí, at tann skrivingin, sum orðblindalærararnir undirvísa í, er gjørd til 3. flokk. Børnini skulu helst duga at lesa, áðrenn tey koma til tað, tey rópa "screening", sum rætt og slætt er ein roynd. Tey royna seg við vanligum orðum og "non"-orðum, sum einki merkja, men sum tey skulu hoyra og skriva. Eru so og so nógvir feilir í uppgávuni, má staðfestast, at tey kanska eru orðblind og verða nærri kannað fyri at kunnu fáa hjálp í orðblindaflokkinum í Sankta Frans skúla. Hesir næmingar verða kannaðir fleiri ferðir í tilgongdini.

Børn, sum koma í ein orðblindaflokk, flyta seg soleiðis, at útlit eru fyri, at tey fáa eitt gott skúlalív, og lunnar verða lagdir undir eitt gott lív hjá teimum, tá ið tey eru tilkomin og vaksin.

Ein effektiv orðblindaundirvísing borgar fyri, at hugtakið "sibbi" hvørvur við tilboðnum um at fáa hjálp fyri orðblindni.

"Sibbin", sum yvirhøvur er vanliga gávaður, og summir meira enn tað, situr ikki longur á aftasta bonki – tíbetur. Tað hava fleiri orðblindir, heimskendar persónligheitir langt síðan prógvað. Hygg t.d. bara at John Lennon, Jamie Oliver og Ghitu Nørby.


Myndin:
Randi Jacobsen og Helga Andreasen, eru serútbúnir orðblindalærarar hjá Sankta Frans skúla í Havn

Tekstur og mynd: Sonne Smith

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.