Tíðindi

Vitanin um næmingar, sum eru serliga væl fyri, er ov lítil

Í hvørji einastu skúlastovu í fólkaskúlanum eru 1-2 næmingar, sum tørvar fleiri og størri avbjóðingar enn hinir næmingarnir. Hesir verða ikki raðfestir í skúlanum, halda lærarar, sum eru slopnir til orðanna í nýggjari, stórari gransking í Noregi

26.03.2020

Ein luksustrupulleiki, eru tað ivaleyst fleiri, ið halda.

At sonurin ella dóttirin eru fakliga betur fyri enn øll hini í flokkinum kann sýnast sum ein luksustrupulleiki. Men nógv av hesum børnunum hava tað trupult.

Summi kenna seg óbrúkilig og býtt. Summi keða seg og elva til ófrið og trupulleikar. Og mong eru uttan fyri felagsskapinum og eru einsamøll.

Summi nokta at fara í skúla og fara úr skúlanum so hvørt. Hetta vísir ein kanning, sum varð gjørd í 2018.

Astrid Lenvik er granskari á Universitetetinum í Bergen, og hon er í ferð við eina doktarritgerð í sernámsfrøði. Har granskar hon økið, sum eitur næmingar, sum hava serligar førleikar og eginleikar at læra. Fyribils úrslit hennara vátta tað, sum aðrir granskarar hava víst á: Tað er ikki so einfalt at hava betri evni at læra samanborið við hinar næmingarnar í flokkinum.

Í kanningini, sum Lenvik hevur gjørt, koma 339 lærarar til orðanna. Teir eru spurdir, hvørjar royndir teir hava við hesum børnum.

74 prosent av lærarunum í kanningini siga, at teir hava næminar, sum hava serlig evni at læra; 44 prosent meta, at teir, tá ið teir vóru spurdir, høvdu næmingar, sum hava serlig evni. Men 14 prosent siga, at teir als einki kenna til næmingar, sum hava serlig evni at læra.

- Tað kemur óvart á, at tað eru so nógvir, sum siga tað, sigur granskarin.

Eitt annað úrslit er, at nógv teir flestu lærararnir, nærum níggju av tíggju, halda, at teir vita alt ov lítið um henda bólkin av næmingum.

Lærararnir halda, at teir hava tørv á størri vitan um, hvussu teir skulu leggja undirvísingina til rættis, soleiðis at hesir næmingarnir fáa væl burturúr.

Teir, sum longu hava ognað sær vitan um hesar næmingarnar, hava gjørt tað av einslistum. Nærum helmingurin av lærarunum siga, at teir hava fingið vitan ígjøgnum royndir. Teir hava sjálvir sett seg inn í evnið við at lesa bókmentir. Teir fæstu hava fingið kunnleika til evnið gjøgnum læraraútbúgvingina.

Lenvik hevur ikki funnið nakað, sum eyðkennir teir lærarar, sum halda, at teir ikki hava nóg nógva vitan um hesar næmingarnar. Hetta vóru bæði lærarar við nógvum royndum og lærarar við fáum royndum.

Nærum allir lærararnir í kanningini hjá Astrid Lenvik halda, at næmingarnir, sum eru serliga væl fyri, tørvar serundirvísing, men nógvir lærarar halda, at skúlaskipanin ikki rúmar hetta. Og nærum 60 prosent halda, at skúlaskipanin ikki raðfestir henda bólkin.

Hvat er tað at hava serlig evni at læra?

Tað er ikki so lætt at vita, um eitt barn hevur serlig evni at læra, heldur Astrid Lenvik. Tað eru nógvar, ymiskar allýsingar um, hvat hetta er. Og bólkurin er ógvuliga ymiskur.

Gløggskygni, evni, førleikar og intelligensur. Øll fyribrigdini verða brúkt um hesi børnini.

Verða intelligenskanningar nýttar, er talan um næmingar, sum liggja millum tvey og trý stig oman fyri miðal, ella hava ein IQ á 130 ella hægri. Hetta fatar um 2-5 prosent av næmingunum, sigur Lenvik.

– Tað kann vera løgið at siga, at eitt barn við 129 í IQ hevur stórt potensiali, meðan eitt barn, sum hevur 131 hevur serliga stórt potensiali.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni