Tíðindi

Vitan og læring

Vit brúka alt ov nógva tíð uppá at búgva næmingin til royndir, heldur enn at styrkja hann í tí, sum gevur honum fakliga og tvørfakliga framgongd, nevniliga at hugleiða um tað, hann hevur lært. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

03.10.2017

Á forbundsseminarium hjá NLS í Noregi var eg so heppin at sita við sama borð sum Torbjørn Ryssevik. Noreg er í somu støðu sum Føroyar. Tey leita eftir nýggjum leisti fyri skúlan og skúlamenningina. Í hesum sambandi hevur nógv verið arbeitt við at finna fram til, hvat skúlin skal innihalda, og hvussu skúlin skal skipast. Torbjørn hevur arbeitt saman við Utdanningsforbundet um ein bóklingin (temanotat) um "djupnelæring". Í Noregi eru tey langt frá komin á mál, tó so, so hava tey staðfest, at danska leiðin ikki er ein gongd leið.

Tað er einaferð so, at frá at hava arbeiðsleysar lærarar í Danmark, er støðan tann, at lærarar rýma úr danska fólkaskúlanum. Næmingar heilt niður í innskúling hava tað truplari við at fáa lívið og skúladagin at hanga saman, og tað er ein stór øking í næmingum í Danmark, ið líða av strongd.
Holl vitan kemur ikki av sær sjálvari. Tó so, so geva royndir okkum eina rímiliga fatan av tí roynda. Børn læra av, at tey royna eitt nú at ganga, tosa, súkkla og mangt, mangt annað.

Heimurin og vit krevja tó, at vit læra og fáa vitan á økjum, vit ikki av okkum sjálvum renna okkum í. Tað er hendan vitanin, ið ikki kemur av sær sjálvari, sum skúlin er ein partur av. Ein sentralur partur av tí, tey arbeiða við í nýggju skúlaskipanini í Noregi, er "djupnelæring". Hetta er ein læringargongd, sum leggur dent á hugtaksfatan og samanhang á einum fakøki, men eisini tvørfakligt.

Tað sigur seg sjálvt, at um næmingurin skal megna at skilja samanhangin og hava holla fakliga hugtaksfatan, sum hann megnar at nýta tvørfakligt, so má hann eisini arbeiða við hesum.

Vit fegnast í Føroyum, um at næmingarnir klára seg betur í PISA-royndunum. Tað er ongin loyna, at tað, vit hava roynt, og tað, vit hava arbeitt við, ger okkum dugnaligari á júst hesum øki. Møguliga er tað venjingin í at fara til roynd, ið gevur okkum framgongd á hesum økinum, og ikki tað, at næmingarnir er fakliga sterkari enn áður.

Eitt av afturvendandi ynskinum um broytingina í skúlanum er, at næmingurin lærir at hugleiða um tað lærda, at seta hetta í ávísan samanhang, samstundis sum hann megnar at taka nýggja lærdómin og hugleiðingarnar við sær, tá hann arbeiðir við øðrum evnum ella fakum.

Hetta lærist ikki við at taka royndir, men við at arbeiða tvørfakligt og grundandi.

Vit brúka alt ov nógva tíð uppá at búgva næmingin til royndir, heldur enn at styrkja hann í tí, sum gevur honum fakliga og tvørfakliga framgongd, nevniliga at hugleiða um tað, hann hevur lært.

Møguliga er tíðin koma til at ansa eftir, at vit ikki hyggja ov nógv eftir dønum, men heldur hava eyguni eftir gongdini í Noregi.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.